Millum tey heiðraðu var Elisabet Erlendsdóttir, úr Havnar Svimjifelag, sum var kosin ársins ítróttarstjørnuskot.
Elias Ellefsen á Skipagøtu varð kosin ársins ítróttarnavn.
Brynjar Poulsen í Hvalba var ársins ítróttarfyrimynd.
Ársins átak var Fótbóltsskúlin við Stórá.
Føroya Styrkisamband fekk heiðurin sum ársins ítróttarfelagsskapur.
Heiðursskjal fekk Jákup Mortensen fyri drúgvt arbeiði fyri NSÍ.