Íslendingur á politiskum kjakfundi um bústaðarpolitikk og bygging

Íslendingurin,
Hrólfur Jónsson, luttekur á politiska kjakfundinum, “Bústaðarpolitikkur og
bygging í Tórshavn - bústaðir til øll”, sum Sambandsflokkurin skipar fyri,
mikukvøldið 16. januar, kl. 19.00-21.20, á Østrøm. Har fer hann at umrøða
bústaðarpolitikk og byggiætlanir í Reykjavík - ein høvuðsstaður í vøkstri



 



Á fundinum fer íslendingurin Hrólfur
Jónsson at greiða frá bústaðarpolitikki og byggiætlanum í Reykjavíkar Kommunu.
Hrólfur hevur arbeitt í Reykjavíkar Kommunu sum stjóri fyri ognar- og
búskaparstýrið í umleið 6 ár. Stýrið hevur tikið lut upp á ymiskar mátar í
bústaðarpolitikkinum í Reykjavík.



 



Hrólfur hevur holla vitan um privata
húsamarknaðin umframt sosiala geiran og non-profit bústaðarbygging til eldri
fólk.



 



Reykjavíkar Kommuna hevur arbeitt við
nógvum ymiskum verkætlanum saman við non-profit feløgum og felagsskapum við tí
endamáli at nøkta eftirspurningin eftir bústøðum og fyri at loysa
trupulleikarnar við hækkandi bústaðarprísum. 



 



Eisini brúka íslendingar nógva orku
uppá planlegging og halda, at planlegging hevur alstóran týdning á
bústaðarøkinum - bæði heildarplanir og lokalplanir.



 



Á fundinum fer eisini Elin Hentze, frá
Búgva og Andras Róin, stjóri á Bústaðir at leggja fram. Annika Olsen,
borgarstjóri í TK, fer at greiða frá bústaðarpolitikkinum og byggiætlanum í
Tórshavn.



 



Harafturat fara Bárður S. Nielsen,
formaður í Sambandsflokkinum, Annfinn Brekkstein, býráðslimur í TK og Johan
Dahl, formaður í Føroya Væl at leggja fram.



 



Les meira: Skrá
fyri politiska kjakfundin um bústaðarpolitikk og bygging í Tórshavn



 



Sambandsflokkurin