ÍSF vertur fyri ENGSO-aðalfundinum

Ítróttasamband Føroya fer í summar at hýsa aðalfundinum hjá ENGSO, sum er meginfelagið hjá ítróttasambondum og olympiskum samstarvsnevndum í Evropa. Aðalfundurin hjá ungdóminum hjá ENGSO og ymisk ítróttaseminar verða hildin samstundis

Dagarnar 5.-7. juni verður ÍSF vertur fyri 28. aðalfundinum hjá evropiskum ítróttasambondum og olympiskum samstarvsnevndum í felagsskapinum, ENGSO, sum er røddin hjá evropiska ítróttinum – óheft av politiskum skipanum.

- Tað er ein stórur heiður fyri Føroyar at vera vertur fyri aðalfundinum hjá ENGSO 2020, ikki minst tí at vit vóru eitt av stovnandi limalondunum. ENGSO hevur prógvað, at felagsskapurin gongur á odda í evropiskum ítrótti, sigur Jon Hestoy, varaforseti í ÍSF, sum hevur dagligu ábyrgdina av altjóða ítróttasamstarvinum hjá ÍSF.

Hann vísir á, at ENGSO hevur eina týðandi og høgt virda rødd, ið stuðlar og verjir ítróttin í Evropa, og sum hevur serliga týdning fyri sjálvbodna ítróttavirksemið í okkara parti av heiminum. 

- Vit gleða okkum at vera ein sera professionellur samstarvsfelagi, tá vit savna leiðarar innan evropiskan ítrótt í Føroyum í juni. Vertskapurin er ein viðurkenning, sum Føroyar fáa frá altjóða ítróttaheiminum. Tað hendir í framhaldi av, at vit hava sjálvstøðuga luttøku í evropiskum ítrótti, og at vit fyri stuttum fingu limaskap í World Taekwondo, staðfestir Jon Hestoy.

Varaforsetin í ÍSF vónar, at Føroyar kunnu ríða á hesum jaliga aldukambinum allan vegin inn í Olympisku Nevndina, IOC, at vinna Føroyum sjálvstøðugan limaskap.

- Fremsta, altjóða málið hjá ÍSF er føroyskur limaskapur í IOC, sigur Jon Hestoy, sum eisini ætlar sær at arbeiða fyri hesum málinum, tá evropiskir ítróttaleiðarar savnast í Føroyum í juni.

Á fundarskránni hjá ENGSO-aðalfundinum er m.a. val av aðalskrivara komandi árið. Ungdómssambandið hjá ENGSO hevur eisini sín aðalfund samstundis, umframt at ítróttaseminar verða hildin í tilknýti til aðalfundin.