ÍSF HEIÐRAR ÍTRÓTTINUM

Fríggjadagin 1. februar 2019 kl. 16:00 skipar ÍSF
fyri samkomu í Smæruni í Tórshavn. Á samkomuni verða Ársins ÍtróttaNAVN 2018,
Ársins ÍtróttaÁTAK 2018 og heiðurskjal Poul E. Petersen avdúkaði. Endamálið við
hesum átakinum er at varpa ljós á tey, sum íðka, virka og skipa fyri í vanliga
gerandisdegnum úti í ítróttafeløgunum.



Heiðurskjal Poul E. Petersen



ÍSF virðismetir alt tað stóra arbeiði, sum verður gjørt
ólønt innan føroyskan ítrótt. Tí uttan øll hesi fólkini, sum brúka sína frítíð
ólønt at arbeiða fyri ítróttini, bar hetta als ikki til. Ein og hvør kann
innstilla ein persón, sum tey meta hevur virkað fyri at fremja føroyskan ítrótt
á serstakan hátt. Ein treyt fyri at fáa heiðursskjalið er, at viðkomandi hevur
tænt ítróttinum yvir eitt longri tíðarskeið.



Ársins ÍtróttaÁTAK



ÍSF ynskir at kjósa eitt ítróttarligt átak, sum hevur
skarað framúr í 2018.
Ein og
hvør kann innstilla eitt ítróttarligt átak, sum viðkomandi metir hevur virkað
fyri at fremja føroyskan ítrótt á serstakan hátt. Ein treyt fyri at fáa
heiðurin er, at átakið styrkir, mennir og/ella nýhugsar ítróttin í Føroyum.
Vanligar kappingar ella venjingar verða ikki roknaðar sum eitt átak undir hesum
leistinum.



Ársins ÍtróttaNAVN



ÍSF fer
framyvir at kjósa eitt ítróttafólk/-lið, sum hevur skarað framúr undanfarna
árið, og tí hevur uppiborið heiðurin sum ÁRSINS ÍTRÓTTANAVN
. Íðkarar,
serliga úrvalsíðkarar, hava dreymir um at standa ovast á tindunum. At klatra
upp á tindarnar krevur eitt miðvíst arbeiði, og krevur hetta samstundis nógva
orku. Ársins ítróttaNavn skal hava gjørt vart við seg í síni ítróttagrein á
altjóða stigi. Somuleiðis skal ársins ÍtróttaNavn hava gjørt stór framstig í
síni ítróttagrein og skapt frambrot í ítróttinum.



Leiðreglur, oyðubløð og annað í samband við
Ársins Ítróttanavn 2018, Ársins ÍtróttaÁtak 2018, og heiðurskjal Poul E.
Petersen eru á finna á www.isf.fo.