ÍSF fegnast um, at nú eru øll sersambondini umboðaði

TíðindaskrivÍSF fegnast um, at nú eru øll sersambondini umboðaði í tiltakskalendaranum á heimasíðuni: https://isf.fo/tiltok/ . Sostatt er alt á einum stað - skjótt og greitt at finna fram til hjá øllum, sum hava áhuga fyri ítrótti, m.a. fyriskiparar, íðkarar, áskoðarar og fjølmiðlar. 

Sersambondini vóru fyri eini tíð síðani biðjin um at deila teirra kalendarar á heimasíðuni hjá ÍSF. Soleiðis hava vit fingið eitt samlað yvirlit yvir allar tær viðkomandi kappingarnar og tiltøkini innan føroyskan ítrótt, sum kunnu væntast at hava almennan áhuga. Í kalendaranum hevur hvørt sersamband sín egna lit, so lættari er at skilja ímillum tey.