ÍSF eygleiðari á leikunum fyri smátjóðir í Montenegro

Europeisku leikirnir fyri smátjóðir (Games of Small States of Europe – GSSE) vórðu hildnir í Montenegro døgnum 27. mai til 1. juni. Limalond GSSE eru tær europeisku smátjóðirnar við færri ein 1 millión íbúgvum, ið hava Olympiska viðurkenning: Ísland, Andorra, Liktinstein, Luksemborg, San Marino, Kypros, Malta, Monako og Montenegro.

Í alt kappaðust út við 1000 íðkarar frá hesum 9 londunum í 10 ítróttagreinum: Frælsum ítrótti, svimjing, kurvabólti, judo, skjóting, borðtennis, tennis, strandar flogbólti, flogbólti og bowls.

Ítróttasamband Føroya varð boðið við til leikirnar sum eygleiðarar. Í Montenegro var ÍSF umboðað av aðalskrivarunum Petur Mittún og varaforsetanum Jon Hestoy.

– Europeisku leikirnir fyri smátjóðir passa sum fótur í hosu til Føroyskan ítrótt. Londini sum luttaka eru neyvt tey somu, sum vit plaga at kappast í móti í øðrum kappingum. Harumframt er støði á kappingunum høgt. Vit blivu væl móttikin av limalondunum og merktu týðuliga, at vit hava nógv felags áhugamál, sigur Jon Hestoy, varaforseti í ÍSF.

Hann staðfestir, at Føroyar í framtíðini ynskja at luttaka í europeisku leikunum fyri smátjóðir. Arbeitt verður miðvíst fyri, at hetta skal gerast veruleiki, men leggur samstundis dent á, at hetta ikki verður lætt.

Leikirnir eru annað hvør ár, og verða í 2021 hildnir í Andorra.

Myndatekstur: Prins Albert 2. av Monako saman við Jon Hestoy, varaforseta í ÍSF.