Hóskvøldið 16 februar skipar ÍSF fyri evniskvøldi í SÍF húsinium í Sandavági. Tiltakið er ætlað nevndarlimum og ábyrgdarfólkum í ítróttafeløgunum vesturi í Vágum.
Endamálið við hesum tiltakið er at kunna feløgni um ÍSF. Evnini, sum verða tikin upp, eru m.a.: Bygnaðurin í ÍSF, skattaviðurskifti hjá ítróttafeløgum, etisku leiðreglurnar,doping, skrásetingarskipanin, tryggingarviðurskiftir, rúsdrekka- og rúsevnapolitikkur, skeiðsvirksemi, leikmeti o.a.
ÍSF hevur sett sær sum mál at koma út til øll økini í landinum at kunna um virksemi hjá ÍSF.
Tiltakið byrjar klokkan 19 og er í umleið 2 tímar.
ÍSF hevur sent skriv til feløgini um hetta tiltak og vóna vit at nógv møta.