ÍSF á ferð – Tórshavn
ÍSF hevur sett sær sum mál at koma út til øll økini í landinum at kunna um virksemið hjá ÍSF.
Mikukvøldið 16. mai 2018 kl 19.00 skipar ÍSF tí fyri einum evniskvøldi í ÍSF-húsinum í Havn. Tiltakið er ætlað nevndarlimum og ábyrgdarfólkum í ítróttafeløgunum í Suðurstreymoy og annars øllum, sum hava hug at luttaka. Endamálið við tiltakinum er at kunna feløgini um ÍSF.
Evnini, sum verða viðgjørd, eru m.a.:
Bygnaðurin í ÍSF
Tryggingarviðurskiftir
Doping
Etisku leiðreglurnar
Skeiðsvirksemi
Skattur og MvG
Rúsdrekka- og rúsevnapolitikkur
Ítróttaravtalan
Strandferðslukortini
o.a.
Tiltakið byrjar klokkan 19 og er í umleið 2 tímar.
ÍSF fer eisini til:
Suðuroyar 23. mai
Sandoyar 30. mai
Higartil í ár hava vit vitjað í:
Klaksvík
Vágunum
Runavík