Inntøkujavning til Norðhavnina?

Tað er í grundini ein løgin hugsunarháttur hjá borgarstjóranum í Klaksvík, at staðfesta, at nú Klaksvíkin hevur gjørt so stórar íløgur í Norðhavnina, so er tað ein landsuppgáva at flyta virksemi úr Havn í Norðhavnina fyri at tryggja, at íløgurnar hjá Klaksvíkar kommunu loysa seg.


Borgarstjórin í Klaksvík sigur, at inntøkurnar hjá Tórshavnar havn skulu útjavnast, og krevur síðani, at “ein lykil má finnast, sum ger at býtið javnast”. Gunvá við Keldu tosar tó bert um inntøkurnar hjá Tórshavnar havn – sjálvandi ikki, hvussu tær hundraðtals miljónirnar í íløgum í Havn skulu býtast og útjavnast!


“Tað hevði verið meira virðiligt fyri landið, at havnainntøkurnar vórðu útjavnaðar”, sigur borgarstjórin í Klaksvík. Vit standa spyrjandi, tí skulu so ikki íløgurnar eisini útjavnast? Sjálvandi ber ikki til bara at javna inntøkurnar, tí bæði framdar íløgur og íløgutørvur í framtíðini mugu roknast við.


Men tá spælir Klaksvíkin ikki við longur og tí er í prinsippinum ongin útjavning møgulig.


Miljardaíløgur í framtíðini


Gongdin við Norðurhavnini síðstu árini - fleiri cruiseskip, frakt, trolarar etc, prógvar vælsaktans, at um man arbeiðir fyri tí, so koma kundarnir. Tað rós skal Klaksvíkar kommuna hava, og tí undra hesar útsagnir eitt sindur. Hesa menning hevði Norðhavnin neyvan havt við javning, tí javning í kassan sum oftast endar sum ein sovipúta.


Harumframt eru havnir - tó ikki beinleiðis vinnuligar, so í kapping. Tað er ikki havnin í Havn, sum avgerð, um skipaflutningur er ella ikki, tað gera fyritøkurnar út frá sínum vinnuligu treytum. Besta havnin fær kundarnar, sjálvsagt.


Heldur enn at javna og tosa um kommunalar havnir, so kundu hesar heldur verið skipaðar sum (kommunal) partafeløg, tað vil siga vinnuligar havnir. Hetta krevur alt lógarbroyting.


Skulu Føroyar taka upp kappingina um skipaferðsluna í Norðuratlantshavi, nú norðurpassasjurnar eru fríar til sigling, so er javning úr Havnini púra høpisleys – tí tá krevjast milliardaíløgur.


Tað undrar eisini, at borgarstjórin í Klaksvík brúkar Kommunusamskipan Føroya og sín formanssess har í løtuni, sum jarnbrot fyri at fylla pengakassan hjá Norðhavnini. KSF hevur mær vitandi ongantíð verið fyri útjavning, og KSF hevur júst lagt fram eitt konkret uppskot til lóg, har møguleiki er fyri at skipa havnir sum kommunal partafeløg.


Útjavning av landingarvirði?


Alt hetta tosið um útjavning er framvegis rættiliga høpisleyst. Sum vit mangan hava víst á, ber ikki til at tosa um inntøkujavning, uttan samstundis at hyggja at íløgum, rakstri og framtíðar íløgutørvi og kostnaði, og hvussu landsins tilfeingi annars verður útlutað kring landið.


Borgarstjórin í Klaksvík kann helst livandi ímynda sær, um løgtingið staðfesti, at vegna tess, at høvuðsstaðurin fær minimalar inntøkur frá fiskiloyvum, tí bróðurparturin verður tillutaður Skálafjørðinum, Gøtu, Fuglafirði og Klaksvík, so skuldi landingarvirðið verðið útjavnað, so Havnin fekk sín lutfalsliga part av inntøkuni. Men tað vildi verið logiskt, um vit fylgja sjónarmiðjunum hjá Gunnvu við Keldu.


So nei takk. Klaksvíkar kommuna “lættir ikki trýstið á høvuðsstaðin” við at inntøkujavna pening frá Tórshavnar havn til Norðhavnina, uttan so, at Klaksvíkar kommuna samstundis betalir útjavnaða partin av íløgunum, sum Tórshavnar kommuna hevur gjørt. Og skattaprosentið í Klaksvík man vera ivaleysa høgt til, at ein slík risaútreiðsla ikki er ráðilig.


So Gunnvá við Keldu, nú haldi eg tað er nóg mikið. Her leyp ketan av hjá teimum flestu.


Heðin Mortensen


borgarstjóri