Innstilling til ÍtróttaFELAGSSKAPIN 2021

Nú ber til at innstilla uppskot til ÍtróttaFELAGSSKAPIN 2021 – freistin er á midnátt 1. januar 2022.

Ársins felagsskapur ger eitt sera gott ítróttaligt og samfelagsligt arbeiði, og hevur:

– dirvi at droyma stórt og/ella annaðleiðis
– er eyðkent við síni nýhugsan
– kann vísa á góð úrslit, men …
 – … tekur eisini breiddina við
Øll kunnu senda inn uppskot til ársins ÍtróttaFELAGSSKAP:
 Reglugerðin
 Innstillingarskjal

ÍtróttaFELAGSSKAPURIN 2021:
 Ein og hvør kann innstilla eitt ítróttafelag ella -samband, sum tey meta hevur virkað fyri at fremja føroyskan ítrótt á serstakan hátt.

 Starvsnevndin velur millum innstillingarnar ársins ÍtróttaFELAGSSKAP sambært leiðreglunum

Ársins ÍtróttaFELAGSSKAPUR er eitt samband ella felag undir ÍSF, sum hevur skarað framúr undanfarna árið. Tað er ein vælvirkandi felagsskapur, sum tekur ábyrgd og leggur lunnar undir einum góðum og mennandi umhvørvi fyri síni limafeløg og/ella fyri teirra íðkarar, venjarar, nevndarlimir, sjálvboðin v.m.
Vegleiðing til instilling og grundgeving:

Fyri at nevndin skal hava góðar fortreytir at meta ímillum innkomnu innstillingar, er tað umráðandi, at grundgevingarnar eru greiðar og væl orðaðar. Og at tað m.a. verður greitt gjølla frá ítøkiligum gerðum, sum tann innstillaða/-i hevur útint.

Hava tit sent inn undanfarin ár, eru tit vælkomin at senda somu innstilling av nýggjum.

Meira um ÍtróttaFAGNAÐIN sæst her: