Innkomuvegurin er ein landsuppgáva

Tað er ein landsuppgáva at fíggja og gera vegir uttan fyri bygt øki og millum bygda. Tá tað almenna ger eina íløgu í Eysturoyartunnilin, so eigur tað almenna eisini at taka ábyrgd av teimum tilhoyrandi vegum, íð skulu gerast í hesum sambandi. Hetta er eisini galdandi, tá talan er um Tórshavnar kommunu.

Landsstýrismaðurin í samferðslumálum hevur nú  svarað løgtingsmanni um innkomuvegin til Havnar. Í svarinum verður tað latið upp í hendi á Tórshavnar Býráð einsamalt at gera av, um vegur ella tunnil skal gerast ímillum Hvítanes og Havnina til ferðsluna til og frá Eysturoyartunlinum.

Tað verður upp til kommununa, um hon vil halda avtaluna, ella um hon heldur fara í holt við aðra loysn, sum borgarstjórin hevur umrøtt, leggur landsstýrismaðurin í samferðslumálum afturat.

Sagt verður í svarinum, at ongar tingingar hava verið ímillum landið og Tórshavnar kommunu um nýggja tunnilsleistin, ið borgarstjórin hevur nevnt.

Til hetta er at viðmerkja, at vit hava í fleri umførum biðið um fund við landsstýrismannin, men hetta hevur higartil ikki eydnast.

Sum borgarstjóri havi eg ábyrgd av, at tann besta loysnin verður funnin og tískil hava eg eitt ynski um troyta allar møguleikar. Mett verður, at fyriliggjandi loysn er vánaligasta loysnin,  tí hon loysir ikki trupulleikarnar við ferðsluni í Havnini, men heldur hinvegin økir vegaloysnin um trýstið á verandi vegir, Hvítanesvegin, Sundsvegin og Villingardalsvegin.

Vit hava  ikki læst okkum føst á eina endaliga loysn, men vilja bert tryggja okkum, at besta loysnin verður funnin. Tað má vera møguligt at fáa eina betri vegaloysn enn ta, sum fyriliggur. At brúka 220 mio til ein ringveg um Havnin til somu vegir at taka ímóti, er als ikki skilagott, tí hendan loysnin fordeilir onga ferðslu,

At enda viðmerkir landsstýrismaðurin, at ”vil kommunan heldur hava tunnil enn veg, kann tað forða fyri, at vegurin verður liðugur til tíðina.  Ein onnur forðing er, at tað ikki fæst fígging til vegin, sum avtalað er gjørd um”.

Hetta ljóðar sum, at um kommunan víkir frá avtaluni og finnur aðra loysn, so stendur kommunan eftir við rokningini. Til tað er at viðmerkja, at innkomuvegurin óansæð valdu loysnina er ein landsuppgáva.

Fyrsta treyt fyri, at nøkur loysn kann finnast er, at landsstýrið raðfestir vegin og setir fígging av til endamálið. Enn sæst ongin játtan á landsins fíggjarlóg ella á játtanarkørmunum. Einasti viðspælari í hesum, ið hevur hildið sín part av avtaluni við at játta 27 mió k,r er Skálafjarðartunnilin.

Okkara vón er, at landsstýrismaðurin vil vera við til at finna ta bestu loysnina fyri innkomuvegin.

Annika Olsen,
borgarstjóri