Innkomuvegir - hvør rindar?

Síðani Eysturoyartunnilin varð samtyktur á Føroya Løgtingi, so hevur innkomuvegurin í Havn og innkomuvegurin í Runavík fingið umtalu - tann til Havnar tó munandi meiri.

Spyrjast kann, hví eingin umtala er um innkomuvegin á Strondum, innkomuvegin á Gomlurætt og innkomuvegin í Traðardali. 

Orsøkin er einføld - hesar innkomuvegir rinda kommunurnar ikki fyri.

Innkomuvegurin í Havn
Taka vit innkomuvegin í Havn, so var upplýst í Degi & Viku, 10. apríl 2018, at samlaði kostnaðurin fyri innkomuvegin verður 166 mió. kr. Eisini er upplýst, at avtala um  innkomuvegin varð undirskrivað 7. oktober 2016 millum Samferðslumálaráðið og Tórshavnar kommunu.

Upphæddin á  166 mió. kr, sum innkomuvegurin fer at kosta, verður býtt millum hesar tríggjar partar:

- Landskassin skal rinda                                                   115 mió. kr (69,3%)
- Tórshavnar kommuna skal rinda                                         24 mió. kr (14,5%)
- Tunnilsfelagið skal rinda                                                    27 mió. kr( 16,2%)

Innkomuvegurin í Runavík
Taka vit so innkomuvegin í Runavík, so er enn eingin avtala gjørd millum Samferðslumálaráðið og Runavíkar kommunu. Hetta kann undrað. Um meiningin er, at borgararnir í Runavíkar kommunu skulu gjalda fyri henda innkomuveg, so kann tað ikki vera rætt, og hesum fái eg meg ikki at trúgva. Munur eigur ikki at gerast millum kommunur/borgarar.

Nú um dagarnar kom Runavíkar kommuna við frágreiðing og kostnaðarmeting um innkomuvegin, og er henda frágreiðing og kostnaðarmeting  eitt gott grundarlag undir avtalu millum Samferðslumálaráðið og Runavíkar kommuna.

Tíðin er farin at ganga undan, so nú er alneyðugt, at avtala fæst millum Samferðslumálaráðið og Runavíkar kommunu. 

Magnus Rasmussen 
løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin