INNI letur upp í Klaksvík og Saltangará

2. januar komandi letur húsameklarin INNI upp í Klaksvík og í Saltangará. Søla av   fastognum er í hæddini og tørvurin á ráðgeving um, hvussu fólk skulu fyrihalda seg til keyp og sølu av fastogn ger, at víðkað verður um virksemið. 

INNI fer at halda til í Eik deildunum við Bøgøtu í Klaksvík og við Heiðaveg í Saltangará.
Tað verður Rúni Klein Joensen, ið fer at standa fyri víðkaða INNI virkseminum. Rúni er Gøtumaður og hevur seinastu fimm árini arbeitt við húsamekling og sum metingarmaður. 
 
- Við at hava innlit í staðbundna økið, fært tú latið viðskiftafólkum góð ráð um viðurskifti, sum í fyrstani kunnu tykjast sum smálutir, men sum seinni vísa seg at hava stóran týdning.
 
- INNI skal nærri viðskiftafólkunum og veita enn betri tænastu, og tað gleði eg meg til, sigur Rúni, sum byrjar í starvi hjá INNI tann 1. januar 2017.