Innflutningsbannið rakar ikki Føroyar



Føroyskar útflutningsfyritøkur kunnu eins og áður útflyta sínar vørur til Russlands.



Í gjár fekk Uttanríkistænastan á Løgmansskrivstovuni óformligar ábendingar um, at Føroyar ikki verða raktar av russisku handilstiltøkunum. Á fundi á russisku sendistovuni í Keypmannahavn í morgun fekk Uttanríkistænastan váttan fyri hesum.



Síðan russisku handilstiltøkini vórðu fráboðað seinasta hósdag, hevur Uttanríkistænastan samskift við russiskar myndugleikar fyri at tryggja, at Føroyar ikki verða fevndar av russisku handilstiltøkunum móti ES.

 
Ein skrivlig váttan verður væntandi latin føroysku myndugleikunum seinni í vikuni, tá málið hevur verið ígjøgnum neyðugar fyristingarligar mannagongdir í Moskva. 



Mynd: Løgmaður og Sergei Lavrov, russiskur uttanríkisráðharri.