Innbjóðing til hugnaløtu fyri familjur við krabbameinsraktum børnum
Foreldrabólkurin hjá Krabbameinsfelagnum bjóðar til hugnaløtu týskvøldið 30. mai kl. 18.00 í hølunum hjá Krabbameinsfelagnum á Grønlandsvegi 58 í Havn.
Vit fáa mat frá Matsmiðjuni í Hósvík og Katrina Lindenskov Holm, sálarfrøðingur greiðir frá: Hvussu tað er at fáa eitt barn við lívshættisligari sjúku, og hvussu fótar ein sær aftur í dagligdegnum sum foreldur og familja.
Boða frá luttøku á kmf@krabbmein.fo ella á telefon 317959 innan hósdagin 25. mai kl. 15.00