Undirlívsbólkurin hjá Krabbameinsfelagnum skipar fyri almennari hugnaløtu mánakvøldið 26. oktober kl. 19.00 í hølunum hjá Krabbameinsfelagnum á Grønlandsvegnum 58, Tórshavn.
Skrá fyri kvøldið:
19.00 Vælkomin
19.15 “Tvær søgur, ein sjúka” systrarnar Dagmar og Beinta Chlotier siga frá, ávíkavist tað at vera sjúk og avvarðandi.
20.00 Drekkamunnur og prát
21.00 Liðugt
Øll eru hjartalliga vælkomin
Vinarliga boða frá luttøku á kmf@krabbamein.fo ella við at ringja til Krabbameinsfelagið á 317959 innan mánadagin 26. oktober 2015 kl.15.00.
Vinarliga
Beinta E. Højsted, forkvinna í Undirlívsbólkinum