Innbjóðing til fundarkvøld fyri Menn ið hava, ella hava havt, prostata krabba

Fundurin verður mikukvøldið 28. november 2012 kl. 19.00 til 21.00 í hølunum hjá Krabbameinsfelagnum, Grønlandsvegur 58, ið eisini er seinasti fundur í hesum árinum.


Skráin fyri kvøldið sær soleiðis út:


· Byrjað verður við at fáa sær ein drekkamunn.


· Vælkomin.


· Presentatión av møguligum nýggjum luttakarum.


· Spurningar frá luttakarum – kanska hevur onkur okkurt uppá hjarta


· Eftirmeting frá seinast á Hotell Hafnia saman við Anette og Birgitte


· Gjøgnumganga samtyktina vit gjørdu fyri summarfrítíðina um orðing og ger av faldara: Hvussu gerast vit meira sjónligir sum felagsskapur fyri monnum ið hava, ella hava havt, prostata krabba?


· Stutt video um fyribyrging av Inkontinens og tess venjing


· Møguligt tjak – orðið frítt.


· Uppskot av evnum til komandi fund, sum ætlandi verður í februar 2013.


NB: Um tú kennir onkran sum er í somu støðu sum vit menn, ið hava, ella hava havt, prostatakrabba – eru hesir altíð vælkomnir, at vera við.


Vinarliga boða okkum frá, um tú ætlar at koma til fundarkvøldið í seinasta lagi mánadagin 26. november kl. 15.00, á telefon 317959 ella umvegis teldupost:


ffk@krabbamein.fo