Inger Støjberg svarað um arbeiðs- og uppihaldsloyvi í Føroyum

Í árunum 2014, 2015 og 2016 er talið á umsóknum um uppihaldsloyvi í Føroyum minkað, og umsóknirnar um familjusameining í Føroyum vorðnar fleiri. Samstundis er talið á havnaðum umsóknum, serliga um arbeiðsloyvi, minkað niður í næstan einki. Tað hevur Inger Støjberg, útlendingamálaráðharri, upplýst í svari til Magna Arge.

Tíðindaskriv frá Tjóðveldi á fólkatingi

Seinastu tíðina hevur nógv orðaskifti verið um útlendingamál í Føroyum. Tí bað fólkatingsmaðurin hjá Tjóðveldi herfyri útlendingamálaráðharran, Inger Støjberg, koma við upplýsingum, sum vísa hvussu støðan er á økinum. Magni Arge bað útlendingamálaráðharran upplýsa, hvussu nógvar umsóknir um uppihalds- og arbeiðsloyvi í Føroyum komu inn í ávikavist 2014, 2015 og 2016, hvussu nógvar umsóknir vórðu gingnar á møti og hvussu nógvar vórðu havnaðar. 

Nú hevur útlendingamálaráðharrin svarað spurningunum. 

Svarið vísir at í 2014, 2015 og 2016 fingu danskir myndugleikar ávikavist 415, 354 og 362 umsóknir um uppihaldsloyvi í Føroyum. 

Tá Magni Arge setti spurningin til útlendingaráðharran, varð samstundis biðið um at fáa tølini útgreinað eftir hvat slag av umsókn, talan var um, og eisini hvussu nógvar umsóknir vórðu ávikavist gingnar á møti og havnaðar. Talið á innkomnum umsóknum hongur ikki ár fyri ár saman við hesum tali, tá umsókn kann verða komin inn í 2014 og liðugt viðgjørd í 2015.

Her svarar útlendingamálaráðharrin, at meðan talið á góðkendum umsóknum liggur javnt um 300 umsóknir, so er talið á havnaðum umsóknum fallið nógv, úr 88 niður í 15 umsóknir. 
 
Hetta hongur beinleiðis saman við, at meginparturin av havnaðu umsóknunum í 2014 eru umsóknir um arbeiðsloyvi, og at Vinnumálaráðið tann 11. desember 2014 boðaði frá, at arbeiðsloysið í Føroyum er farið niður um 3,5 %. Hetta merkir at tað í løtuni ikki krav, at ES-borgarar skulu verða faklærdir fyri at fáa arbeiðs- og uppihaldsloysi í Føroyum, men tá arbeiðsloysið í tríggjar fylgjandi mánaðir hevur verið omanfyri 3,5 %, er tað aftur bert faklærd arbeiðsmegi innan byggivinnuna, sum kann fáa arbeiðs- og uppihaldsloyvi eftir tí smidligu góðkenningarskipanini.

Magni Arge bað eisini um at fáa upplýst, hvussu býtið er millum ymsu skipanirnar, tá arbeiðs- og uppihaldsloyvi verða givin í Føroyum. Tá arbeiðsloyvi verða givin í Føroyum, verða tey antin fráboðað eftir anordning nr. 182 af 22. Marts 2001 for ikrafttræden for Færøerne af udlændingeloven ella eftir serligu skipanini fyri ES-borgarar, sum søkja arbeiðs- og uppihaldsloyvi í Føroyum. Svarið frá útlendingamálaráðharranum vísir millum annað, at í 2016, tá serliga ítróttaravtalan, sum ger tað lættari hjá ítróttafólki, venjarum, læknum, sirkusartistum og oljuarbeiðarum at koma inn í landið, kom í gildi, vórðu 13 arbeiðs- og uppihaldsloyvi givin til ítróttarfólk, meðan 18 arbeiðs- og uppihaldsloyvi vórðu givin til læknar.

Tølini síggjast í Talvu 3, sum eisini stendur í svarinum frá Inger Støjberg til Magna Arge.