Ikki tilætlað avleiðing, at fólk skuldu missa rentustuðulin av byggilánum

Aksel V. Johannesen, landsstýrismaður svarar upp á § 52a fyrispurning nr. 15/2011 frá Kára P Højgaard, løgtingsmanni, um broyting í rentustuðulsskipanini til sethús.


Spurningar:


1. Um lógarbroyting ella kunngerð verður gjørd, eftir at borgari hevur tikið lán, og hendan broytir fortreytirnar munandi fyri lántakaran. Metir landstýrismaðurin ikki, at tað er at lóggeva afturvirkandi?


2. Er landstýrismaðurin samdur við spyrjaran um, at lógarbroytingin v.v. stuðli til rentuútreiðslur í løgtingsmáli nr. 29/2009 hevði afturvirkandi kraft, tá áseting um bústaðarskyldu á matriklinum gjørdi, at byggilán eftir broytingina, ikki varð fevnt av rentustuðlinum?


3. Hava borgarar, sum høvdu tikið lán og vóru farnir undir at byggja, uttan vitan um komandi broytingina, ikki handlað undir skeivum fortreytum?


4. Kann væntast at landstýrismaðurin tekur stig til at loysa trupulleikan, sum hesir borgarar eru komnir í, orsakað av omanfyri nevndu broytingum?


5. Um ja, nær?


Svar:


Sp.1: Fyrst er at siga, at tað var ein ikki heilt tilætlað avleiðing av nevndu lógarbroyting, at fólk skuldu missa rentustuðulin av byggilánum, meðan teirra hús stóðu í gerð. Og longu í somu tingsetu varð hetta broytt soleiðis, at í dag kunnu lántakarar fáa stuðul til rentuútreiðslur í byggitíðini, tó í mesta lagi fyri tey síðstu 2 árini innan innflyting (sí løgtingsmál nr. 167/2009). Men kannað verður í Fíggjarmálaráðnum um ásetta tíðarskeiðið er nøktandi. Hetta at broyta stuðulsupphæddir og fortreytir fyri stuðli, er nakað, sum almennir myndugleikar tíðum noyðast at gera. Hetta kann hava við sær, at framtíðar fíggjarligu útlitini hjá avvarðandi borgarum gerast øðrvísi enn teir kanska høvdu væntað og vónað. Men hetta er ikki at lóggeva afturvirkandi. So hóast talan var um eina ótilætlaða avleiðing, kann eg ikki taka undir við, at talan var um at lóggeva afturvirkandi.


Sp.2: Hesum eru landsstýrismaðurin og spyrjarin ikki samdir um. Víst verður til svarið til Sp.1.


Sp.3: Teir borgarar, sum raktir vóru av broytingini fingu aðrar fortreytir, enn tær, sum vóru galdandi, tá ið teir løgdu sínar ætlanir. So á tann hátt hava hesi handlað undir skeivum fortreytum. Men soleiðis ber eisini til at siga, at øll, sum leggja ætlanir fyri framtíðina handla undir skeivum fortreytum, tí við tíðini eru næstan øll viðurskifti broytilig. Og í sambandi við útlánsvirksemi eru rentubroytingar og aðrar broytingar í afturgjaldstreytum sera vanligar og tískil nakað øll eiga at taka hædd fyri.


Sp.4: Sum nevnt, so hevur landsstýrið broytt lógina og hevur tískil hjálpt hesum borgarum. Neyðugt er tí ikki at koma hesum borgarum meiri til hjálpar í hesum máli.


Sp.5: Víst verður til svarið til Sp.4.


Fíggjarmálaráðið 16. september 2011


Aksel V. Johannesen, landsstýrismaður