Ikki talan um serba, men um ein kroata

Heimalombini hjá løgregluni vita nú at siga frá seyðamanninum, at tann 32 ára gamli varðhaldsfongslaði maðurin, sum er skuldsettur fyri at hava dripið 42 ára gamla Pidda, hevur eftir avtalu við verjan, Annfinn Vitalis Hansen, avgjørt, at varðhaldsfongslingin gott kann longjast við fýra vikum uttan ein dómsúrskurð um hetta.


Her á blaðnum halda vit, at hendan støðan er sera løgin - serliga tá hesin sami verjin aftaná fyrsta rættarfundin, upplýsti, at maðurin eftir lógini átti at komið fyri ein dómara innanfyri 24 tímar, ella eisini skuldi hann latast leysur.


Ikki eitt orð hoyrist um hetta, ella um ístunna grundarlagið fyri varðhaldsfongslingini.


Vit seta eisini spurnartekin við, at Landsrætturin bíðaði við at staðfesta varðhaldsfongslingina til í gjár, tá maðurin skuldi í rættin í dag.


Tað virkar, sum um løgreglan hevur brúk fyri einum hentleikaflaggi, sum hon so eisini fekk.


Men lat okkum her rætta, at talan er ikki um ein serba, men um ein kroata, sum er varðhaldsfongslaður.


Oyggjatíðindi er einasti miðil, sum ikki fær kærleiksbræv frá Kriminaldeildini hjá løgguni,sum ikki orkar fyri kritiskum miðlum, men vit hava eisini higartil lýst málið inn á bein, meðan heimalombini hava runnið eftir manualinum hjá løgguni, sum hundur um heitan greyt.


Í blaðnum fríggjadagin fara vit aftur at avdúka nýggja vitan um hesa kriminal-gøluna.