Ikki skúmbananir – takk!

Tað var av sonnum eitt bragd, at føroyingar í fjør og aftur í ár ásettu sína egnu makrelkvotu. Teir, sum hetta gjørdu, høvdu ikki kálvahjarta. Vit eru farin í víggj við sjálvt heimsveldið ES!


Og vit hava vunnið!


Alt tos um, at allar heimsins vanlukkur fóru at raka okkum, um vit høvdu dirvi til at ráða yvir okkara egna tilfeingi, hevur víst seg at vera heilt burturvið.


Úr hesum er ein áhugaverdur spurningur komin, og hann snýr seg um býtið av teimum virðum, sum stjórnmálamenn okkara hava fingið til høldar. Hetta er ein spurningur um politikk. Tað sum fer fram í stjórnmálum er nevnliga at áseta hvat ið hevur virði í einum samfelag, og síðan at býta hesi virði millum teirra, sum liva í landinum.


Nú eru um 70 milliónir komnar til høldar, og spurningurin er, hvør ið skal hava hesa upphædd.


Her átti eingin ivi at verið.


Orsøkin til at vit hava rætt til makrel, eins og alt annað, ið fæst burtur úr landgrunni okkara, er, at vit eiga hetta land. Tí er upphæddin, sum er komið inn, sjálvandi landpartur til tey sum eiga Føroya jørð.


Her er talan um 5 oyru fyri hvønn fermetur av Føroyum. Hetta er ikki nøkur stór upphædd, men harfyri kann hon hava týdning. Hon ger nevnliga at jørðin verður eitt sindur meira verd. Hetta er galdandi fyri grundstykki, traðir, bø og haga.


Tá jørðin fær størri virði, ber enn betri til at nýta hana sum trygd fyri lánum. Í tí kapitalistiska samfelagi, sum vit liva í, er tað mangan tørvur á at útvega kapital. Hetta kann t.d. vera tí at eitt av børnunum hevur fingið eitt gott hugskot til eitt virki. Bankar kunnu ikki lána nøkrum nakað bara tí at tey koma við einum góðum hugskoti. Gera teir tað, so kemur fíggjareftirlitið og koyrir bankan á heysin. Tí er betri at kunna reisa kapital við trygd í ognunum hjá foreldrunum.


Men er tað ikki órættvíst at tey, sum eiga nógv, skulu fáa enn meir? Vit hava jú sæð at tey ríku í USA hava forkomið øllum landinum við at oyðileggja bankarnar, meðan tey sjálvi hava fingið nógv burturúr uttan at framleiða nøkur virði.


Men samstundis síggja vit í Kina, at har høvdu teir eina skipan, har dentur var lagdur á at øll skuldu vera eins væl fyri. Hetta førdi við sær, at framleiðslan í landinum vaks ikki nóg nógv. Fyri 30 árum síðani var miðalinntøkan í Kina tann sama sum í fátækastu londunum í Afrika.


Tá skifti hetta landið kós. Oddamenninir søgdu, at tað var gott at nøkur gjørdist rík, tí so kundu tey vaksa um framleiðsluna og harvið gera at øll fingu tað betri.


Úrslitið av hesum er, at framleiðslan er vaksin, og at ein helvt av landsins borgarum er komin burtur úr fátækdøminum.


Hetta vísir, at við at taka rættar avgerðir ber til at fáa fíggjarligan vøkstur í lag í einum landi sjálvt um tí er vátt undir føti. Hetta ber tí eisini til í Føroyum.


Orsøkin til, at vit ikki hava fingið ein vøkstur sum tann hjá Kina er at vit hava tikið skeivar avgerðir. Vit hava verið so bangin fyri at nakar skal klára seg væl, at vit siga at alt virksemi skal fara fram innan tað almenna. Men tað ber ikki til hjá almennum stovnum at reka fyritøkur. Hin vegin kunnu almennir stovnar seta fyritøkum alskyns fótonglar. Tað kenna vit alt til.


Tað er hetta sum vit síggja nú allur landparturin, sum makrelurin hevur goldið, ikki kemur til jørðina, sum hevur rætt til hann, men fer í ein grunn hjá landinum.


Sagt verður, at skuldi jørðin fingið, so skuldi dalsgarðsbóndin fingið meir enn nakar annar, og hetta skal vera ræðuligt. Men tað, kinesarar funnu út av, var at tað var enn ræðuligari at øvunda teimum sum fingu nógv, tí tað einasta, sum tá kom burturúr, var bert, at eingin framburður fekst í lag, og at øll sukku niður í armóðina.


Fyrst er at minnast til, at orsøkin til at Dalsgarður yvirhøvur er til í dag, er at donsku embætismenninir fingu forðað fyri, at kongsjørðin var avhendað festarunum samstundis sum tað hendi í Danmarkar ríki fyri 160 árum síðani. Hevði hetta slysálop ikki verið gjørt, so høvdu øll tey sum eru ættaði frá tí bóndanum sum tá var, havt rætt til sín part av garðinum, og hesir partarnir høvdu verið smáir. At hetta ikki hendi tá, var ein vanlukka, tí alt okkara land hevði verið betri fyri um hetta var gjørt tá. Tey vitugu fólkini, ið haðani eru ættaði, høvdu so kunna tikið virknan lut í framleiðslu landsins síðani. Men hví skal eitt gamalt mistak, sum danskir embætismenn hava gjørt fyri so langari tíð síðani, forða okkum í at gera tað rætta í dag?


Fær Dalsgarður sín landpart nú, verður hann meir verdur. Tann, sum hevur garðin, kann tí nýta hann sum trygd fyri at reisa kapital til at fáa okkurt í gongd sum gevur størri inntøkur enn at fáast við eina ikki kappingarføra landbúnaðarframleiðslu. Hevur bóndin betri hug at selja, so kann hann gera tað. So hevur hann ongan garð, men nakað av pengum, og teir eru bæði komandi og farandi. Áhugin fyri at keypa fer sjálvandi ikki at vera ovurstórur, tí Skálavík er ikki tað mest árenda plássið í Føroyum. Kanska fara tey, ið eru ættaði av garðinum, at hava ein ávísan áhuga í at fáa sær ein part av fedranna jørð og taka seg saman um at keypa. So verða tað tey, ið fáa landpartin og kunnu taka lut í modernaða samfelagnum.


Men sum er kemur dalsgarðsbóndin ikki at fáa eitt oyra, sjálvt um allar hesar 70 milliónirnar verða útgoldnar sum landpartur. Hann eigur ikki jørðina. Í so máta er hann í somu støðu sum allir aðrir festarar og traðarmenn. Teir sita á einari helvt av jørðini í Føroyum, men eiga einki í henni. Teirra landpartur fer til eigaran, og hann er ikki allir føroyingar, men ein serligur grunnur. Tá um 70 milliónir eru til býtis, fær hesin grunnur góðar 30 milliónir. Hesin grunnur kann bert nýta upphæddina til landbúnaðarendamál, og tað eru tey sum sita á grunninum sum gera av hvat ið skal gerast. Hesin landpartur gerst tí deyður kapitalur, og er hann ein partur av forkláringini uppá, at vit hvørki hava nakað kappingarført vinnulív ella fólkavøkstur, men nettofráflyting.


Okkara vandamál í dag er, at vit nú fara á val, og teir, sum bjóða seg fram, eins og í 1990 bara bjóða okkum skúmbananir. Teirra tos um at menna vinnulívið og fáa fólkavøkstur er uttan samband við veruleikan. Teir siga, at upphæddirnar til vinnulívsmenning skulu koma frá tí almenna, hóast allar royndir bæði her og aðrastaðni prógva, at henda leið bert førir okkum á villinigøtur.


Øðrvísi hevði verið, um teir settu seg niður og kannaðu hvat ið okkara størsta vandamál er. Tá høvdu teir skjótt sæð, at tað er at vit ikki gjørdu sum grannalond okkara fyri næstan tveimum øldum síðani og lótu leiglendingarnar gerast eigarar. Loystu teir hetta mál, hevði tað veruliga borið til at fingið framburð í landinum, og tey fimm oyruni, sum nú eru hvørjum fermetri tøk, er eitt gott stað at byrja.


Zakarias Wang