Ikki nøktandi viðgerð
Álit viðv. klagu um viðgerð av innlitsumbøn í eitt byggimál hjá Tórshavnar kommunu
Umboðsmaðurin hevur viðgjørt eina klagu frá Kringvarpi Føroya um viðgerðina hjá Tórshavnar kommunu av umsókn um innlit í málið um uppihaldstrappuna í Vágsbotni. Umboðsmaðurin vísti m.a. á, at viðgerðin hjá kommununi varð framd á slíkan hátt, at tað var ógjørligt hjá umsøkjaranum at síggja, at hann ikki hevði fingið innlit í øll skjølini í málinum.