Hetta staðfestir Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í einum fyrispurningi í løgtinginum.
Støða er ikki tikin til at víðka júst verandi skúla- og bútilboð, men farið er undir at viðgera, hvussu vit kunnu skipa so fyri, at hóskandi og mennandi skúlatilboð skal standa øllum ungum við serligum tørvi í boði, so tey fáa ment sínar førleikar, soleiðis at flest møgulig kunnu liva eitt sjálvstøðugt lív bæði persónliga, sosialt og í arbeiðslívi.
Somuleiðis arbeiðir samgongan við at útvega fleiri bútilboð til fólk við serligum tørvi, og í langtíðarløguætlanini undir almannamál eru munandi upphæddir settar av.
Nýggja lógin um Húsalánsgrunnin hevur eisini givið grunninum víðari heimildir, ið uttan iva fara at hava ta ávirkan, at bústaðarmarknaðurin í framtíðini fer at verða meira fjøltáttaður.
Vísast kann til svarið í spurningi 1, har víst verður á, at støða ikki er tikin til at víðka júst verandi skúla- og bútilboð. Men royndirnar frá skúlatilboðnum á Rásini fara at vera grundarlag undir fyrireikingunum at skipa onnur samsvarandi undirvísingartilboð fyri ung við menningartarni. M.a. arbeiða vit í Mentamálaráðnum við at fara undir at skipa serliga tilrættalagdar miðnámsútbúgvingar til ung við serligum tørvi aftan á vanligu skúlagongdina í fólkaskúlanum.
17 næmingar søktu um upptøku á Rásini á heysti 2012. 7 næmingar vórðu tiknir inn, og teir byrjaðu í januar 2012. Men hesi tøl siga einki um veruliga tørvin, sum er væl størri. Sernám metir við støði í næmingum, ið hava serligan tørv í fólkaskúlanum, at tað í hesum aldursbólki helst fleiri enn 30 næmingar um árið, sum eftir 9. ella 10. flokk hava tørv á serligum miðnámskúlatilboði. Í víðari arbeiðnum á hesum øki fara vit at kanna tørvin gjøllari.
Stutt eftir, at eg tók við, sum landsstýrismaður í mentamálum, fór eg saman við umsitingini at umrøða møguleikan at skipa sonevndar serliga tilrættalagdar miðnámsútbúgvingar í Føroyum til ung við serligum tørvi.
Síðst í apríl 2012 skipaði felagið Javni fyri evnisdegi ”um miðnámsskúla til ung við menningartarni”. Her var fokus sett á tørvin á fleiri útbúgvingartilboðum til tey, sum fella uttan fyri verandi miðnámsskúlaskipan, og víst var á ymsar loysnir í íslendsku og donsku skipanini, sum íblástur til arbeiðið at skipa miðnámsskúlatilboð til ung í Føroyum við menningartarni.
Ein loysn, sum vit arbeiða við er, at serliga tilrættaløgd miðnámsskúlatilboð kundu verið skipað á og í samstarvi við verandi miðnámsskúlar. Vit fara nú av álvara undir at kanna og fyrireika, hvussu vit kunnu skipa loysnir, sum hóska best til okkara viðurskifti.
Á nýggja miðnámsskúladeplinum í Marknagili er ætlanin, umframt at hýsa verandi yrkis- og miðnámsútbúgvingunum, eisini at hýsa ungdómi við rørslu- og menningartarni, sum taka eina miðnámsútbúgving, ið er lagað til teirra tørv. Heitt er á bygginevndina fyri nýggja miðnámsskúlan í Marknagili um at skipa so fyri, at umstøður verða gjørdar, so skúlin hølisliga kann hýsa øllum næmingum.
Fólk við serligum tørvi hava ofta trupult við at koma á tal við rætta myndugleikan, m.a. tí at tað eru fleiri aðalráð, sum varða av ymsu uppgávunum. Stig eru tí tikin til í samstarvi millum Mentamálaráðið, Almannamálaráðið og Heilsumálaráðið, at samskipa tilboð til børn og ung við menningartarni.
Miðvíst arbeiði hevur seinastu árini verið gjørt fyri at veita bæði børnum og ungum við menningartarni fakliga hjálp í undirvísingini. Vit hava eina serundirvísingarskipan, Sernám, Sernámsfrøðiligu ráðgevingina, Skúlan á Trøðni, Rásina, serstovur og serligt undirvísingartilboð, umframt at vit í verandi miðnámsskúlaskipan, og nú eisini á Fróðskaparsetrinum, hava ásetingar um at veita stuðul til næmingar, sum bera sálarligt ella likamligt brek.
Arbeitt verður í løtuni við at skipa førleikastovur í stóru og miðalstóru skúlunum, har sernámsfrøðiligu tilboðini og fakøkini verða samskipað. Førleikastovan skal m.a. ráðgeva leiðslum, lærarum og foreldrum í sernámsfrøðiligum spurningum og samskipa náms- og sernamsfrøðiligu átøkini.
Hóast nógv er gjørt, so røkka vit ikki øllum ásetingum í ST-sáttmálanum. Sum samfelag eiga vit miðvíst at arbeiða fram ímóti at skapa umstøðurnar soleiðis, at børn og ungdómur okkara hava javnbjóðis møguleikar í útbúgving og mennandi virksemi, uttan mun til, hvørjum menningarstøði tey eru á. Øll hava sama rætt til umsorgan, læring og avbjóðingar, so tey kunnu skapa sær innihald og lívsvirði í gerandisdegnum.
Men tá ræður um at tryggja øllum eitt miðnámsskúlatilboð, mega vit ásanna, at vit ikki eru komin á mál. M.a. tí hava vit í samgonguskjalinum sett okkum fyri: “at arbeiða tvørfakligt fyri at tryggja fólki, ið bera brek, rættindi til útbúgving, menning, arbeiði, bústað og eitt vanligt gerandislív.”