IKKI BARA NÁTTARFRIÐUR, MEN EISINI ÓUNNILIGA DÁLKINGIN

TAÐ SKAL VERÐA FRIÐUR TÁ TAÐ SKAL VERÐA FRIÐUR!

Tað er ikki meira enn rímiligt at tað er náttarfriður og friður fyri óunniligari dálking frá skipum, so einfalt er tað, og tað er er sjálvandi uppgávan hjá kommununi at verja náttarfriðin og dálking frá skipum hjá borgaranum í eini og hvørjari kommunu, og kunnu tey ikki tað so eiga tey at umhugsa sína støðu at luttaka í kommunu politikki. Tað er eitt einfalt og rættvíst og lætt val!

Tað er ikki bara náttarfriðurin, men eisini óunniliga dálkingin. Tað er eitt tvíeggjað svør tí dálkingin frá somu skipum er eitt líka so stórt vandamál! 

Eftir mínum tykki er tað eitt lætt og einfalt mál at loysa, og tað er at seta ávísar treytir, og lúka skipini ikki ásettar treytir, so hava tey einki at gera við bryggju har tey koma!

EINGIN UMBERING!
UPPGÁVUNA EIGUR
KOMMUNAN Á STAÐNUM!

Eitt gott umhvørvi er fyrsta treytin fyri at borgararnir kunnu trívast, og kommunurnar hava hvør í sínum lagi skyldu til at tryggja umhvørvi so tað er liviligt og trygt at búgva á staðnum.

Tað er eingin orsøk at bíða eftir umberingum frá kommunu ella myndugleikunum á staðnum, tey eiga at kenna sína uppgávu og tryggja góðar karmar fyri borgarar sínar.

Tað er heldur eingin orsøk at bíða eftir einari yvirskipaðu lóggávu.

Tað skal verða friður tá tað skal verða friður. Tað uppgávuna eigur kommunan á staðnum!

Sjálvandi!

Lasse Klein