ICES tilmælini fyri norðhavssild, svartkjaft og makrel eru komin

Endaligu tilmælini fyri norðhavssild, svartkjaft og makrel vórðu latin síðst í september. Forsagnir um stovnarnar vórðu kunngjørdar í sama viðfangi.


ICES mælir til, at makrelkvotan fer úr 639.000 tonsum niður í 542.000 tons, sildakvotan úr 833.000 tonsum niður í 613.000 tons, og svartkjaftakvotan úr 391.000 tonsum upp í 643.000 tons. Tilmælini fyri bæði sild og makrel eru lægri enn seinastu árini, meðan tað sær ljósari út fyri svartkjaftin við munandi hægri kvotu komandi ár.


Niðurgongdin fyri sild var væntandi, hóast sildin hevur darvað fiskiskapinum eftir makreli í okkara sjógvi seinastu árini. Orsøkin er tann, at tilgongdin til stovnin hevur verið vánalig síðani 2005. Mett verður, at gýtingarstovnurin fer at minka komandi árini, sjálvt um tilmælini verða fylgd.


Uppgongdin fyri svartkjaft kemst av, at fiskiskapurin hevur verið lítil seinastu árini, samstundis sum tilgongdin av smáum svartkjafti er vaksandi. Hetta hevur ført við sær, at stóra niðurgongdin í stovninum síðani 2004 er steðgað og stovnurin er í menning. Við støði í kanningunum í fjør og í ár metir ICES, at árgangirnir frá 2009 til 2011 eru væl oman fyri miðal. Tí fer gýtingarstovnurin væntandi at vaksa komandi árini.


Niðurgongdin fyri makrel tykist kanska løgin tá sagt verður, at havið “kókar” av makreli. Orsøkin er tann, at fiskiskapurin hevur verið munandi størri enn tilmælini frá ICES seinastu árini. Tó skal sigast, at stovnsmetingin av makreli er serliga óviss í ár, grundað á, at tvey ár eru gingin síðani gýtingarstovnurin seinast varð mettur. Stovnsmetingarnar verða grundaðar á eggteljingar. Hesar verða einans gjørdar triðja hvørt ár og vórðu seinast gjørdar í 2010. Eingin nýggj vitan um støddina á gýtingarstovninum ella av tilgongd til stovnin er komin síðani tá. Sostatt er tað bert fiskiskapurin, hesi bæði árini, ið ICES kann brúka til at meta um gongdina í stovninum. Tá so fiskiskapurin hevur verið munandi hægri enn tilmælini, verður úrslitið, at stovnurin minkar og tilmælið verður lægri.


Lesið ICES tilmælini her (pdf):


http://www.hav.fo/PDF/Ritgerdir/2012/Nordhavssild_ACOM2012.pdf