Í eitt tíggjuáraskeið var Inga Hlín Pálsdóttir ein innbygdur partur av brandingini og stimbranini av Íslandi úteftir. Hon stóð á odda fyri væleydnaðum broytinginum í brandingini av Íslandi sum stað og ferðamál, bæði í kreppu- og vakstrartíðum.
Í 2006 – 2009 arbeiddi hon við brandingini av Íslandi á íslendska uttanríkisráðnum. Frá 2010 – 2019 var hon stjóri á Visit Iceland, sum er partur av Promote Iceland.
Visit Iceland hevði til uppgávu at marknaðarføra Ísland sum ferðamál og arbeiddi undir brandinum ‘Inspired by Iceland’. Inga Hlín hevur verið partur av fleiri væleydnaðum átøkum og síðani 2020 hevur hon ráðgivið støðum og ferðamálum í strategi, branding, heildarmarknaðarføring og kreppusamskifti.