Íbúðarbyggingin undir Kongavarða - ikki nóg grøn

Tórshavnar Kommuna hevur latið
útbjóðingartilfar til íbúðarbygging undir Kongavarða, men kommunan setir alt ov
nógvar treytir, og serliga tá talan er um hitaskipanina




Í treytunum í útbjóðingartilfarinum
til íbúðarbyggingina undir Kongavarða stendur m.a., at orkuskipanin skal verða
fjarhiti og verður íbindingin í fjarhitaskipanina løgd í samráð við
fjarhitafelagið.  

               



Fjarhitafelagið er ikki einasta alternativ
til grøna orku, nú vit skriva 2018, tvørturímóti.




Fjarhitafelagið hevur ongantíð brent
so nógva olju sum í 2017.




Um fjarhitafelagið hevði fingið ein
el-ketil, kundi Fjarhitafelagið fingið yvirskotsorku frá vindmyllunum í
Húsahaga og harvið hevði fjarhitafelagið verið nógv grønari, enn tað er í dag.
Tá høvdu vit verið við til at gera okkara fjarhitafelag grønari.




Hin orsøkin er tann, at tað eru meira
framkomnar grønar orkuloysnir, sum fólk ynskja, t.d. hitapumpur, jarðhiti o.a.




Treytirnar, sum verða settar í hesum
útbjóðingartilfarinum eru ikki dagførdar við dagsins valmøguleika á grøna
økinum. Við hesum treytum útiloka vit aðrar grønar orkumøguleikar,  men
tvinga tey at knýta í fjarhitan - tá hann einaferð kemur út har og nær verður
tað?




Meðan vit bíða, brenna vit svarta olju
- tað er ikki tann grøna leiðin vit leggja upp til við hesum treytum.




Hitamiðstøðin undir Kongavarða er
yvirtikin við 2 ketlum, sum brenna olju - hví hevur man ikki sett hitapumpur
upp har?




Fjarhitafelagið er ikki einasta grøna
orkuloysn, nú vit skriva 2018. Tað eru aðrar meira framkomnar orkuloysnir, sum
fólk spyrja eftir og ynskja. Tí er tað skeivt, at sitandi meiriluta í býráðnum
at seta hasar treytirnar í útbjóðingartilfarið til íbúðarbyggingina undir
Kongavarða.




Tórshavnar Kommuna eigur at vísa til
alternativar grønar orkuloysnir og lata fólk sjálvi velja, hvørjar orkuloysnir
tey ynskja og vilja hava.




Annfinn Brekkstein



býráðslimur fyri Sambandsflokkin í
Tórshavnar Kommunu