Verkætlanin at gera íbinding frá landsvegnum oman til kommunala vegin á Skála verður boðin út í summar, og arbeiðið verður liðugt í hesum árinum. Tað sigur Kári P. Højgaard, landsstýrismaður í svari til ein fyrispurning frá Helga Abrahamsen, løgtingsmanni.
Tíðindaskriv:
”Projektið er blivið rættað eitt sindur til, og verður í vikuni sent ráðgevandi verkfröðinga¬stovu at gera liðugt. Síðani skal tað ferðslutrygdargrannskoðast, og so er klárt at bjóða út.” Tað sigur Kári P. Højgaard, landsstýrismaður, sum hevur svarað einum §52a fyrispurningi, frá Helga Abrahamsen, løgtingsmanni.
Hetta merkir, sambært Kára P. Højgaard, at verkætlanin verður boðin út í summar, og verður liðug í ár.
Øll játtanin verður brúkt í ár
Helgi Abrahamsen spurdi eisini, hvussu stórur partur av játtanini á fíggjarlógini fyri 2012 til nýgerð av landsvegum, er higartil brúktur, men her er landsstýrismaðurin ikki líka greiður í sínum svari. Hann vísir á, at tann 29.05.2012 vóru brúktar 5,6 mió. kr. av játtanini, sum er 67,3 mió. kr., og 9,3 mió. kr. eru fluttar frá 2011.
”Men ein skal vera varin við at taka salduna og hyggja at, hvussu nógv er bókað sum goldið fram til ein ávísan dag,” sigur landsstýrismaðurin. Hann vísir á, at tað lættliga kunnu ganga ein til tveir mánaðir frá tí at eitt arbeiðið er gjørt, til Landsverk fær rokningina fyri arbeiðið. ”Arbeiðstakararnir senda ikki rokningarnar, fyrr enn teir kunnu skjalprógva, at arbeiðið er gjört, og av tí sama verða flestu rokningarnar goldna seint í árinum,” sigur Kári P. Højgaard. Hann leggur tó dent á, at Landsverk upplýsir, at öll játtanin til nýgerð av landsvegum verður brúkt í ár.