Í undirbuksum úr Lopra og út á Akrar

Gamlar Perlur: - Eg var ikki heima, men tað var konan, dreingirnir, og hundurin, sigur Jacob Vestergaard. hann vísir á, at Páll Suni Joensen var fittur at fáa á gátt.


Oyggjatíðindi 14. mai 2008:


Seinasta fríggjamorgun gjørdist familjan hjá Jacobi Vestergaard, løgtingsmanni, ikki sørt bilsin og kløkk.


Klokkan var ikki meira enn 03:30 um morgunin - tað, sum tey flestu eisini kalla á miðari nátt, tá tað bankar uppá. Talan var um ein mann í berum undirbuksum. Hann vakti sjálvandi húskið. Jacob Vestergaard, fyrrverandi landsstýrismaður og núverandi løgtingsmaður við borgarliga starvinum, sum politistur, var ikki heima.


Sambært honum sjálvum, kundi hann eisini spart sær hetta. Maðurin, sum var komin á gátt var fullkomiliga meinaleysur.


Vesturgaard, sigur, at kona hansara rópti niður av loftinum, at vita hvør var komin á gátt hetta ókristiliga tíðspunkt.


Hon fekk at vita hvør maðurin var, men hann ávaraði hana og segði, at hann stóð har í berum undirbuksum, greiður Jacob Vestergaard frá hendingini á Økrum.


Talan var um Páll Suna Joensen, sum býr í Lopra. Sjálvur sigur hann við blaðið, at túrurin út á Akrar var eitt slag av mótmælisgongu.


Tey, sum regluliga fylgja við í Oyggjatíðindum, minnast Páll Suna Joensen frá blaðnum fríggjadagin 11. apríl.


Tá var Páll Suni Joensen á psykiatriska deplinum í Havn, og vildi hava nakrar viðkomandi upplýsingar um seg sjálvan frá leiðaranum fyri deplinum, Tórmóði Stóra. Men Stórá var lítil hendan dagin. Hann boðsendi løgregluni at koma eftir Páll Suna Joensen.


Tá so Stórá var frammi í miðlunum og segði seg hava umsorgan og eina forkláring uppá støðuna hjá Eysturrísku familjuni, ið kom á heimskortið, tá tað var avdúkað, at ein pápi hevði hildið dóttrina fangaða í kjallaranum, og fingið seks børn við henni. Tá helt Páll Suni Joensen, at tíðin var komin til at mótmæla, at leiðarin fyri psykiatriska deplinum, Stóra, var minni klókur tá umgalt hansara egna ábyrgdarøki. Páll Suni Joensen hevur verið hildin í einum heilivágshelviti. Hann avmediseneraði seg sjálvan og byrjaði at seta spurnartekin.


Tað var serliga ein hending, tá løggan í Klaksvík bukaði hann av - myndir og læknaváttan fyriliggja, sum hann vil hava eina forkláring uppá.


Eisini er talan um maktmisnýtslu frá løgregluni, sum Stórá verjir - mest fyri at verja seg sjálvan.


Hesa frágreiðing vil psykiatriski depilin ikki lata Páll Suna fáa.


Tá Páll Suni kom leysur av rúsinum, fann hann eisini skjal frá Taks í samband við, at hann sjálvur skuldi hava pensjón. Í hesum skjalinum verður ein kona nevnd við fullum navni og persónligum upplýsingum um inntøku hennara. Páll Suni hevur ongantíð í lívinum møtt hesi konuni, og veit ikki hvør hon er.


Heldur ikki tað kann Páll Suni Joensen, fáa nakað at vita um. Hetta var partur av orsøkini til at kona Vestergaard fekk vitjan av manninum í berum undirbuksum. Vestergaard: Páll Suni vildi ikki hava bil heimaftur til Lopra.