Í ríki teirra blindu er hin einoygdi kongur og/ella fíggjarmálaráðharri

Ungir menn í røttu vinnu hava goldið hús og heim og bil, áðrenn teir eru 30. Og teir kunnu halda áfram við øktari ferð við flat-tax, sum letur teimum kr. 8000 meira um mðr. ella 100.000 kr. kontant í hondini hvørt ár. Hetta er peningur, sum áður er goldin til vælferðarsamfelagið. Yvirlitið yvir stjóralønir herfyri vísti, at hesir forvinna frá 4 til 18 árslønir á kr. 300.000 um árið ella millum 1,2 og 5,4 mill. kr. Við 1 mill. kr. er gávan frá flat-tax 8000 kr. um mðr., so gávurnar vera frá 8. - 40.000 kr. um mðr. ella frá 100 - 500.000 kr. um árið. Hetta er eisini áður brúkt til at fíggja vælferðarsamfelagið við.


Læknavikarar fáa uml. 70.000 kr. um vikuna, so teirra flat-tax gáva má blíva tilsvarandi stór. Og soleiðis kundi eg blivið við, men mottoið vil verða tað sama: Tann, ið hevur, honum skal verða givið.


Løgmaður og landsstýrismenninir fáa millum 4 -og 5. 000 kr./mðr. í flat-tax gávu.


Argumentatiónin um flat-tax fyri at varðveita fólkið í landinum vísir seg at vera høgrapropaganda av fúlasta slag fyri at breiðka gjónna millum samfelagsstættirnar - og onki annað. Tí hvør av teimum higartil nevndu hevur fingið ov lítið - sum er - og vildi rýmt uttan flat-fax gávuna? Ikki ein tann einasta ein.


Men lat okkum so hyggja at vanliga føroyinginum - teimum 70 %-inum.


Vanligi føroyingurin forvinnur eitt stað millum 20.000 kr. og 30.000 kr/mðr. Forvinnur hann 20.000 kr./mðr. verður hansara flat-tax gáva kr. 117,-/mðr.- við 25.000 kr./mðr er gávan 667 kr./mðr og við 30.000 kr. verður gávan 1317 kr./mðr.


Tey 30%, ið via flat-tax skipanina oysa mill. inn í egnar lummar úr vælferðarskipanini, fara við øktari keypiorku at økja prísin á heimsins frammanundan dýrastu vørum. Samstundis sum avleiðingin av teim færru mill. í landskassanum viðføra, at vælferðartænasturnar bæði gerast verri og dýrari, sum tíðin líður, og tá fara flat - tax gávurnar uppá 117 kr., 667 kr. ella 1317 kr. at muna eins nógv og ein skræddari í tí Ónda stað.


Og yuppiarnir á ovastu rókum - saman við pápasa dreingjum - eru longu farnir at rópa og huja eftir teimum á niðastu rókum: Arbeit macht frei - arbeit macht frei, ella eisini arbeiði meira tykkara dovnu hundar, so skulu tit eisini fáa flat-tax at smakka. Gera tit ikki tað, so er tað tykkara egna skuld, um tit svølta ella mugu fara frá húsi og heimi, ella í onnur lond sum í '50-unum og í '90-unum.


1500 ganga arbeiðsleys, so at tosa , at fólkið skal gera meira, er tokutala fyri at fjala veruleikan, meðan yvirklassakollveltingin verður framd.


Og hvat er so at gera? Ella hvat kann hin kúgaða og fíggjarliga hart kroysta fjøldin so gera?


Hon kann sjálvandi góðtaka, at hon enn einaferð hevur tapt slagið - boyggja seg og fara undir okið.


Hon kann eisini velja at standa saman øksl við øksl og krevja broytingar, ið lata henni munandi størri part av samfelagskøkuni saman við lægri vørukostna.


Ella hon kann pakka saman og fara í onnur lond. Í hesum sambandinum eiga fakfeløgini at hjálpa til við upplýsingum, soleiðis at tey, ið fara, hava funnið arbeiði og bústað, áðrenn farið verður.


Vónandi lenda okkara kæru landsmenn tá í londum har størsta virðing er fyri arbeiðandi fjøldini, og har stættarmunurin er lítil og minkar heldur enn at vaksa sum hjá okkum.


Tíðin er annars komin til at vit síggja og handla og ikki einans finna okkum í diktatum. Tí eitt er vist: Hin einoygdi hevur ongantíð nakrastaðni vilja fjøldini væl.


Dagfinnur Danbjørg.