Perla: - Útspyltur og hóttir við lívinum, skal hann í rættin 28. okt. at krevja sín sjálvsagda rætt. Avdúkað í Oyggjatíðindi, 14. oktober 2005:
Aftaná at Barnaverndin í Klaksvík í brævi boðaði frá, at óhugnaligu skuldsetingarnar vóru afturtiknar, byrjaði ein nýggj jakstran av prestahjúnunum í Klaksvík. Nú kemur málið fyri í rættinum 28. oktober.
Fyri tveimum árum síðani funnu nøkur børn í Klaksvík ein eftirgjørdan murt í hagnum, sum endaði í skúlanum.
Hendan hending eskaleraði og setti fantasiin í gongd. Murturin bleiv linkaður til prestafamiljuna, sum fyrst varð hótt við lívinum. Tá tað ikki hjálpti bleiv familjan meldað til barnaverndina við boðum um, at børnini sótu og hugnaðu sær við pornografiskum tilfari í heiminum.
Útspillarin hevði funnið sær eitt hent fundament at breiða út grova útspilling. Oyggjatíðindi hevur gjørt ein samandrátt av málinum.
Prestahjúnini í Klaksvík fingu bræv frá Barnaverndini í oktober mánaði í 2004.
Har boðaði barnaverndin frá, at kvinnan hevur tikið skuldsetingarnar aftur.
Men í janur mánaði í fjør, fáa tey fundarboð at koma á fund við barnaverndina um børn teirra.
Nú vísir tað seg, at børnini hjá prestahjúnunum í duldum eru kannaði fyri mistrivna.
Barnaverndin vildi tosa við foreldrini um tey innkomnu ummælini frá skúlanum á Ziskatrøð og barnagarðsstovnunum, sum tvey tey yngstu børnini ganga í.
Men so væl spælir klaverið heldur ikki.
Prestahjúnini takkaðu nei til fundin og vístu á, at tey vóru stevnd av Klaksvíkar Kommunu í hesum máli, og at tey tí ikki vistu hvat tey skuldu hava fund um.** Síðani hoyrdi prestahjúnini einki. Men staðfestast kann, at sjálvt um kvinnan hevur tikið sínar skuldsetingar aftur arbeiðir barnaverndin við málinum.
Tá tann fyrsta skuldsetingin ikki helt, pløgdi Barnaverndin bara víðari við forfylgingini, fyri at vita um ikki okkurt var at finna.
Tá prestahjúnini vóru biðin at standa skúlarætt í samband við følsku ákærurnar, stóð barnaverndarformaðurin, Kristin Ryan, og vaskaði bil.
Men tað skal vísa seg at gerast enn meira ørkimlandi við hesum barnaverndarformanni. Formaðurin í barnaverndini í Klaksvík, hevur nevniliga ongantíð verið at sæð í falska barna-verndarmálinum í móti prestahjúnunum, Hammer.
Kristin Ryan, hevur ikki skrivað undir eitt einasta skjal í hesum máli.
Tað er undrunnarvert, tá hugsað verður um, at her er øll familjan avklødd av Klaksvíkar Kommunu.
Stríðið um prest endaði í kommununi
Tey flestu minnast stríðið í kirkjuni, har ein meiriluti í kirkjuráðnum kravdi Hans Eiler Hammer, sóknarprest, úr starvinum.
Í hesum sambandi situr ein áhugaverdur persónur í Barnaverndini, sum eisini er limur í hesum sama meiriluta í Kirkjuráðnum, har tað ikki eydnaðist at fáa prestin úr starvinum.
Talan er um Karl Gudmund Henriksen. Umframt at vera limur í barnaverndini, er hann kirkjuverji, kirkjuráðslimur og deknur í kirkjuni, og hevur neyvt samband við systir Jógvan Páll Lassen og Jógvan Páll sjálvan!
Hesin kirkjuráðs- og barnaverndarlimur, hevur neyvt samband við advokatin, sum nú av øllum alvi hevur lagt verjugarð um lygnaran og lygnina. Jógvan Páll Lassen, skrivar soleiðis í sínari fyrstu stevning í móti prestahjúnunum:
»Tey saksøktu verða dømd at viðurkenna, at saksøkjarin ikki hevur skyldu til at geva innlit í og at upplýsa hvør 25.mai 2004 boðaði Sosialu Deild á Klaksvíkar Kommunu frá, at viðkomandi var stúrin um børnini hjá Hans Eileri og Lindu Hammer «.
Sakførarin hjá prestahjúnunum, Páll Nielsen, hevur sum sakarkrav:
í fyrstu atløgu avvísing
í aðru atløgu frídøming.
Krevja endurgjald
Klaksvíkar kommuna og barnaverndin hava fingið at vita, at prestahjúnini fara at krevja endurgjald fyri fíggjarligu avleiðingarnar av hesum máli, umframt tann ampa, sum málsviðgerðin hevur havt fyri alla familjuna!
Hetta verður sett upp í serstakum sakarmáli, tá ið avgerð er tikin í málinum!!
Hótt við lívinum
Eitt annað paradoks er, at nú krevur kommunan, at rætturin skal døma tey forfylgdu til ikki at fáa innlit í hetta óhugnaliga mál, og harvið verður kravt, at eisini rættarskipanin skal halda hondina yvir einum sjúkligum persóni, ið hevur sett sær sum mál, at oyðileggja eina barnafamilju, bara tí tey hata pápan, eru ikki samd við hansara áskoðanum.
Áðrenn heksajaktin á prest og hjúnarfelagin verður sett á sporið í barnaverndini hjá Klaksvíkar kommunu, er ein óhugnaligur leikur farin fram, sum ber prógv um, at jakstranin er sera væl løgd til rættis.
Prestahjúnini eru burturstødd í føðingardagsørindum frá 17.mai - 31.mai 2004.
Í hesum tíðarskeiði fáa tey fimm dulnevnd hóttanarbrøv.
Í fýra av brøvunum stendur, »Tú ert tað næsta offurið« og í tí fimta stendur: »Tað verður sett eld á húsið hjá tykkum vissi tit ikki fara til politii! «.
Hesi brøv verða funnin hin 24.mai 2004 av teimum, sum taka hond um postin meðan prestahjúnini eru burturstødd. Brøvini verða handaði løgregluni sama dag, men so kemur linkurin. 25.mai kemur dulnevnda kvinnan til barnaverndina og serverar lygnirnar í einari klagu, sum barnaverndin beinanvegin tekur til sín.
Umframt løgregluna, er Barnaverndin og Klaksvíkar kommuna, sjálvandi eisini kunnað um hóttaninar, men henda sjúkliga barnavernd og kommuna, heldur ikki, at júst hesar prinsipiellu umstøður skulu nevnast við einum orði nakrastaðni.
Stevndi eisini Almu
Fyri at verja lygnaran og lygnina, hevur Lassen, advokatur, eisini stevnt Almu, hægsta barnaverndarmyndugleika.
Fleiri spyrja nú um Jógvan Páll Lassen er blivin løgfrøðisliga bims.
Onki skil er í stevning hansara, sum eisini umfatar Almannastovuna, ið sum kærumyndugleiki, gav prestahjúnunum viðhald í, at tey høvdu rætt til alment innlit, eisini um persónin, sum meldaði lygnina.
Sjálvt um viðkomandi hevur tikið alt aftur, endurtekur Lassen skuldsetingarnar í stevningini, sum soleiðis sleppa at standa í skipanini, verður ikki ruddað upp. Tað vil kommunan ikki, tað vil Lassen ikki. Men vil rætturin tað?
Bara ikki innlit í navnið hjá útspillara
Prestahjúnuni fingu skjalainnlit í alt, uttan júst navnið á persóninum, sum hevði borið lygnina inn um gáttina hjá barnaverndini í Klaksvík.
Tey kærdu avgerðina, og fingu viðhald frá Almannastovuni um, at tey høvdu rætt til at fáa innlit í alt málið - eisini hvør keldan var.
Tað var hetta, sum fekk Jógvan Páll Lassen, advokat, vegna barnaverndina og Klaksvíkar kommunu, at stevna Hans Eiler Hammer, prest, og konuni, Lindu. Men hetta var ikki nokk fyri kommununa, sum eisini stevndi kærumyndugleikanum, Almannastovuni.
At bæði advokatur og Klaksvíkar kommuna eru illa fyri hevur gongdin í hesum málinum er greitt, tí advokaturin er farin so langt, sum til at verja seg við lógargrein tá landið er hótt.
Forrestin somu lógargrein, sum forsætismálaráðharrin brúkti fyri at nokta Høgna Hoydal innlit í drotningataluna.
Krøkti Almu av
Bæði Klaksvíkar kommuna og Lassen, advokatur fingu frænir av, at tey koma ikki í gjøgnum við fyrru stevningini, men fyri ikki at missa andlit og nokta at taka stevningina aftur, setir advokaturin vegna kommununa nýggja stevning fram, hesaferð hongur Almannastovan ikki uppií.
Trupulleikin hjá kommununi og advokatinum er, at lógin er púra greið um, at fólk, sum eru partur av einum barnaverndarmáli, hava rætt til fult skjalainnlit.
Tað hava tey rætt til, sambært kærumyndugleikanum, ið er Almannastovan. Men meðan partarnir fyrireika seg til sakarmálið 28. oktober, er hart valstríð í Klaksvík í samband við kirkjuráðsval har.
Aftur hesaferð stillar barnaverndarlimurin, Karl Gudmund Henriksen upp. Hansara vallyfti er nú sum fyrr. At sleppa av við prest.
-----
Fólk eiga at fáa innlit í alt
Í sama blað, var samrøða við Finn Helmsdal, táverandi løgtingsmann, og serfrøðingur í barnaverndarmálum:
- Spurningurin um, hvør hevur sagt frá ella meldað eitthvørt, sum síðan verður til eitt mál hjá sosialu myndugleikunum, er av rættiliga stórum týdningi.
Ikki minst tí tey, sum eru meldað, nýta nógva tíð og orku upp á at gita um, hvør keldan man vera. Mangan hevur tað verið torført at arbeiða við veruliga málinum, tí fólk bara hugsa um, hvør nú hevur fortalt sosialu myndugleikunum hetta.
Tað er ógvuliga umráðandi hjá fólki at fáa hetta at vita, sigur Finnur Helmsdal, leiðari á Føroya Barnaheimi í faloyvi og sosialráðgevi.
Finnur Helmsdal, sigur:
Nú eri eg ikki løgfrøðingur, men spurdur, vildi eg hildið, at tulkingin hjá Almannastovuni um, at fólk eiga at fáa innlit í alt, eisini hvør keldan er, man vera tann rætta.Tað eigur ikki at bera til at melda t.d. álvarslig barnaverndarmál, uttan at sosialu myndugleikarnir vita, hvør meldað hevur. Løgreglan sigur seg ikki hava loyvi til at gera eitt mál til løgreglumál, uttan so at tey eru vitandi um, hvør navngivin persónur hevur meldað. Blaðheimurin er kanska eitt sindur øðvísi stillaður í so máta, men góður blaðmannasiður er í hvussu er, at keldan er navngivin. Og kemur tað til skarpskeringar, so má ein blaðstjóri standa til svars, um viðkomandi ikki vil ella kann upplýsa kelduna..
Tá myndugleikar skulu kenna navnið á øllum keldum, so gera teir vónandi eisini tað. Og tá biðið verður um skjalainnlit, so ber ikki longur til at fjala nakað sum helst. Verður biðið um navnið á kelduni, so má eisini tað upp á borðið, sigur Finnur Helmsdal. Finnur Helmsdal hevur verið formaður í barnaverndini í Havn. Hann er leiðari á Barnaheiminum. Í løgtinginum er hann limur í trivnaðarnevndini.
------
Sær sjálvum so líkur, dømdi Føroya rættur, til fyrimuns fyri ónavngivna útspillaran, men seinni betalti kommunan, Hans Eiler Hammer, kr. 25 túsund krónur fyri at fáa prestahjúnini til at sleppa sakini í Landsrættinum. Av møði góðtók prestur hetta, og so flýggjaði familjan til Noregs, har forfylgingin tó helt fram, men ikki so langt síðani, vann prestafamiljan fulla uppreisn í norsku rættarskipanini.