Í dag kunnu øll melda til Vinnudagin 2019

Fríggjadagin 27. september verður Vinnudagurin, og í morgin 3. september ber til hjá øllum at melda til.



 



Í gjár var seinasti dagur, at tað einans var gjørligt hjá limum í Føroya Arbeiðsgevarafelag og undirfeløgum tess at melda seg til Vinnudagin 2019, tí í dag verður tilmeldingin opin fyri øllum. Vinnudagurin er altíð vælumtóktur millum føroyskt vinnulívsfólk og tey, sum onkursvegna hava samband við føroysku vinnuna, og aftur í ár er undirtøkan fyri Vinnudegnum stór.



 



Fyrilestrahaldararnir á Vinnudegnum 2019 verða Sir Bob Geldof, heimskendur tónleikari, forsprákari og íverkseti, Dr. Cleopatra Doumbia-Henry, forkvinna fyri World Maritime University, og Peter Lund Madsen, heilagranskari og rithøvundur.



 



Undir yvirskipaða heitinum “Tankar og hugspor um Ársins Virki og Ársins Átak” fara Eivind av Reyni, Mouritz Mohr og Mortan í Hamrabyrgi, allir umboðandi vinnarar av ávikavist Ársins Virki og Ársins Átaki at hyggja aftur á heiðurin, og hvønn týdning hann hevur.



 



Í Klingruni í Norðurlandahúsinum verður ein framsýning av keipumyndum av undanfarnum vinnarum av Ársins Virki og Ársins Átaki. Tað er Hannis Egholm, sum teknar.



 



Til ber at melda til Vinnudagin á heimasíðu hjá Vinnuhúsinum.



 



Les meira um Vinnudagin her.