I Bilka - Simon von Konoy við nýggjari stakfløgu
Ein nýggj stakfløga hevur sæð dagsins ljós. Heitið á henni er ”Í Bilka”, og er tað útisetin, Simon von Konoy, ið gevur út.
Íblástutin til innihaldið fekk hann, tá ið hann ein dagin las í einum blað, at tað ikki bert eru tey fátæku, ið keypa vørur teirra í Bilka og øðrum lágprísvøruhúsum. Tey múgvandi fara eisini til handils har.