I AM! - Ikki væl valt heiti, men trúskapur í tónleikinum!

Fyri tað fyrsta vil eg siga, at tað er ótrúligt tíðin fer avstað, tí eg mátti í arkivið at síggja, nær eg seinast skrivaði um bólkin I AM – úti við 20 ár síðani!

Eg eri ómetaliga fegin um, at tað eru bólkar og einstaklingar, sum ikki bara tveita frá sær og siga takk, men at nøkur bara geva tí ein kjans afturat!

Hetta við tí andaliga og føroyska rockinum, havi eg eina eitt sindur serliga kenslu til, tí vit í Te Deum vóru fyrsti føroyski rockbólkuirn, sum yvirhøvur tordu at leggja slíkt fram innan gáttina í samkomuni!

Vit fingu so eisini nøkur “orð” við á leiðini!

Alt hevur nokk sína byrjan og tað ið har hongur við, men I AM er eitt orkestur, sum eg haldi hevur eitt serligt pláss millum okkum her á oyggjunum.

Fyrstu ferð eg skrivaði um bólkin var, tá útgávan “Cast” kom út og seinni, tá útgávan “extree.one four” kom.

Trúgvir
Tað stuttliga eg legði merki til, við nýggja lagnum “Can´t Stand (That Face)” er, at teir hava júst sama ljóðið, sum seinna útgávan “extree.one four” hevur.

Eg eri bara rættiliga harmur um, at mín tilgongd til lagið er ikki so góð, tí allar helst vilja teir siga mær, at her er ein ella annar viðkomandi tekstur, men sjálvt heitið á lagnum er ikki væl valt!

Tað er kanska tað teir vilja, so har er tað nokk onkur meining, men mín fyrsta uppliving er ikki góð, men tað er so tað!

Feitur tónleikur
Skiftið frá Mikkjal Hvannastein til Arna Zachariasen var eisini eitt skifti til tað I AM stendur fyri í dag, tí bólkurin hevur eina ella aðra “karismu”, sum liggur í guitarinum, tí talan er um tveir frálíkar guitaristar, sum gjarna vilja hava sítt ljóð at standa eftir!
Mín niðurstøða

Eg eri totalur fjeppari av bólkinum og tí tónleikaliga, men vilja teir hava meg at skilja boðskapin, er hetta ikki væl vald tekstføring – 4 av 6 stjørnum!

Kanska fara teir at siga okkum, á konsertini 22. mars, hvat teir í tekstinum vilja hava meg við upp á, men eg rokni við einari konsert á rættiliga høgum støði!

Fríðálvur A. Jensen