Landsstýrið hevur avgjørt at skipa fyri vegleiðandi fólkaatkvøðu um kommunusamanlegging. Endamálið við fólkaatkvøðuni er at staðfesta, um meiriluti er fyri at skipa landið í størri kommunalar eindir. Roknað verður við, at kommunurnar taka komandi úrslitið av fólkaatkvøðuni til eftirtektar og skipa seg samsvarandi hesum úrsliti sjálvbodnar. Í lógini um sjálvbodna kommunusamanlegging hevur landsstýrismaðurin avmarkaðar heimildir, hann kann bara leggja kommunur saman, sum eru samdar um at leggja saman. Landsstýrið metir, at besti hátturin at skipa størri burðardyggar kommunalar eindir er tann sjálvbodni hátturin
Kommunala fólkaræðið
Landsstýrið ætlar at menna tað kommunala sjálvstýri, og at kommunurnar tískil skulu fáa fleiri uppgávur at røkja. Somuleiðis verður miðað eftir at fáa eitt greiðari uppgávu- og ábyrgdarbýti. Fyritreytin fyri hesum er, at kommunalu eindirnar verða størri. Landsstýrið vil tó ikki fara so langt sum at leggja kommunur saman við lóg ímóti fólksins vilja, tí hevur landsstýrið valt at skipa fyri hesi fólkaatkvøðu.
Kjarnin í tí kommunala sjálvstýrinum er, at kommunurnar sjálvar kunnu raðfesta sínar uppgávur Kommunurnar kunnu sjálvar gera av, hvørjar uppgávur, tær ætla at loysa. Hetta tí kommunan er betur før fyri enn landið at nøkta ynski og tørv borgarans á staðnum. Har við fæst eitt rættari vav og ein betri samanseting av teimum almennu tænastunum. Ein treyt er tó, at uppgávu- og ábyrgdarbýtið fylgjast, so at borgarin betur kann duga á at skyna, hvat tað kommunala virksemið í roynd og veru kostar. Við hesum kann borgarin seta harðari krøv um nýtsluna av skattakrónum sínum.
Í uppgávubýtinum millum land og kommunur eru tað serliga tvær meginreglur, ið verdar eru at hava í huga: nærleiki og burðardygd. Meginreglan um nærleika er tann, at uppgávurnar verða røktar so nær borgaranum, sum til ber. Og meginreglan um burðardygd er tann, at skalt tú fáa eina virkisføra (effektiva) uppgávurøkt, so er umráðandi, at økið, sum uppgávan skal fevna um, hevur eina nøktandi stødd.
Øki út til kommunurnar
Tann 1. januar 2014 ætlar landsstýrið, at kommunurnar skulu yvirtaka fullu ábyrgdina av eldrarøktini, tá verða avgerðirnar tiknar nærri borgarunum. Kommunurnar skuldu verið betri fyri at tikið sær av teimum eldru, og tað skuldi givið betri tænastu og betri trivnað. Harumframt gevur hetta møguleikar fyri størvum í útjaðaranum. Seinni í hesum valskeiðinum er eisini ætlanin, at kommunurnar skulu fáa fulla ábyrgd av fólkaskúlanum. Fíggingarleisturin, sum landsstýrið skjýtur upp at nýta, er fyrst ein afturberingarskipan. Í henni verða kommunurnar hildnar skaðaleysar í sambandi við teir skattafrádráttir, sum eru í skattaskipanini, umframt at tær eisini fáa endurrindað skattamissin í sambandi við FAS- og DIS’skipanirnar. Ta írestandi fíggingina, ætlar landsstýrið at samráðast við kommunurnar um. Landsstýrið er opið fyri fleiri møguleikum. Ein er blokkur, sum verður latin kommununum samsvarandi útreiðslutørvinum hjá kommununum á teimum økjum, sum kommunurnar fáa ábyrgd av. Ein annar at regulerað verður millum lands- og kommunuskatt.
Fólkaatkvøðan
Í fólkaatkvøðuni 3. mai verður veljarin spurdur, um hann tekur undir við, at kommunurnar verða skipaðar í 7 eindir. Við støði í lóg um sjálvbodna kommunusamanlegging verður veljarin spurdur, um hann tekur undir við, at kommunurnar í hansara øki verða verða skipaðar sum ein kommuna. Økini talan eru um er tey sjey, sum eru ásett í lógini um sjálvbodnar kommunusamanleggingar:
1) Norðoyggjar t.e. Fugloyar, Viðareiðis, Hvannasunds, Klaksvíkar, Kunoyar, og Húsa kommunur.
2) Eysturoy, t.e. Fuglafjarðar, Eystur, Nes, Runavíkar og Sjóvar kommunur.
3) Sundalagið, t.e. Eiðis og Sunda kommunur.
4) Streymoy, t.e. Tórshavnar, Vestmanna og Kvívíkar kommunur.
5) Vágar, t.e. Vága og Sørvágs kommunur.
6) Sandoy, t.e. Skopunar, Sands, Skálavíkar, Húsavíkar og Skúvoyar kommunur.
7) Suðuroy, t.e. Hvalbiar, Tvøroyrar, Fámjins, Hovs, Porkeris, Vágs og Sumbiar kommunur
Tað verður so upp til kommunurnar at avgera, hvussu tey økini, sum verða løgd til kommunurnar, skulu umsitast í framtíðini. Leggja kommunurnar saman í omanfyri nevndu øki, verður tað nýggja kommunan, sum fær hesar nýggju uppgávurnar at umsita. Velja kommunurnar ikki at leggja saman, verða uppgávurnar lagdar til lógarbundin samstørv samsvarandi omanfyri nevndu økjum.
Áheitan hjá landsstýrinum er tí: far á val og sig tína hugsan. Skulu kommunurnar kasta saman í størri eindir, ella skulu við byggja framtíðar kommunubygnaðin á kommunalt samstarv?
Kári P. Højgaard
landsstýrismaður