Hvussu sær havbotnurin við Føroyar út?

Í juni 2017 vórðu videoupptøkur gjørdar á 53 støðum undir Føroyum. Upptøkurnar vóru somikið týðiligar, at til bar at síggja sand, steinar, klettar og ymisk dýr og fiskar. Á teimum grynstu støðunum var sera nógvur gróður í sjónum, sum gjørdi upptøkurnar eitt sindur ótýðiligar.
 
Tú klikkir á eitt punkt á kortinum, sum sæst her, og ein still mynd av havbotninum kemur fram á skýggjan. Tá tú klikkir á myndina, sæst eitt stutt brot av hesum upptøkum á hesari leiðini.
 
Í juni 2018 er ætlanin at gera fleiri upptøkur.
 
Á myndini niðanfyri sæst, hvat ið er at finna á upptøkunum á ymsu støðunum.