Hvussu nógvan landpart skal Lítla Dímun hava?

Í greinini um landpart kom eg av misgáu at geva Lítlu Dímun ov stóran landpart. Lat meg tí greiða frá tí minst hugsandi upphædd, sum kann koma upp á tal.


Innan fyri okkara 200-míla mark verða á hvørjum ári veidd nøkur hundrað túsund tons av fiski. Summi ár er veiðan um 300 túsund, onnur ár um 500 túsund tons. Hetta eru sostatt minst 300 milliónir kg. um árið.


Um so var, at jarðareigararnir í Føroyum bjóðaðu rættin til at fiska út, so vita vit sjálvandi ikki, hvat ið boðið varð. Men siga vit, at ein króna varð goldin fyri hvørt kilogram, so høvdu eigararnir fingið minst 300 milliónir krónur um árið. Hetta eru 21 oyru fyri hvønn fermetur av Føroyum. Ein vanligur húsaeigari, sum hevur eitt grundstykki upp á 500 fermetrar, fær tí 105 kr í landpart um árið. Ein traðarmaður við einum heilársfóðri, einum hektari, fær 2100 kr. Óðalsmenninir í Lítlu Dímun, sum er 0,82 ferkilometrar, fáa 172.200 kr í sín part.


Hetta fer at gera oynna meira verda. Ein eigari kann seta sín part í veð og harvið reisa pening til at seta góð hugskot í verk. Sama er galdandi fyri sethúsaeigarar og traðarmenn.


Tey 300 túsund tonsini, sum verða veidd á Føroyaleiðini, verða seld fyri rættiliga stórar upphæddir til brúkararnar. Sagt verður t. d., at útsøluprísurin fyri makrelin í smásølu er einar 70 kr. Tað, sum vit, ið her búgva, hava áhuga í, er at fáa so stóran part sum møguligt av tí, sum goldið verður fyri fiskin. Um so er, verður okkara landpartur størri.


Eyðsæð er, at fyri at fáa fiskin er neyðugt at nýta bæði arbeiðsmegi og fæfeingi. Stórar íløgur skulu gerast í skip og aðra útgerð, og manningapartarnir skulu vera kappingarførir. Íløgan skal geva eitt avkast, sum stendur mát við aðrar hættir at nýta tøkt fæ. Er hetta ikki so, heldur kapitalurin seg burturi og fer undir annað enn at fiska á Føroyaleiðini.


Men í løtuni er hetta ikki so. Tað loysir seg so væl at fáa fisk úr føroyskum sjógvi, at útlendigar kappast um at sleppa framat. Teir keypa seg inn allastaðni, og heldur gongdin fram, so er tað skjótt, at tað bert eru útlendingar, sum hava loyvi at fiska við Føroyar. Teir hava ongan áhuga í, at nakar býr her, tí okkum hava teir bert ampa av.** Hetta er tann vanlukka, sum er um at koma á okkum.


Men hví taka vit okkum ikki saman og seta okkum ímóti hesum avtoftingarpolitikki? Hví unna vit ikki teimum, sum eiga Lítlu Dímun at fáa sín rættvísa part av tí virði, sum er teirra av tí, at teir eiga ein part av Føroyum?


Orsøkin er tann, at tað almenna í Føroyum hevur lagt hesa inntøkuna undir seg. Tað er ein lóg sum sigur, at hetta er ogn Føroya fólks. Men hvør í Føroyum eigur? Tá eg fái boð frá Taks um virði av ogn míni, stendur einki um, at eg eigi mín 49.000-part av landleiðini. Tíansheldur fáa eigararnir av Lítlu Dímun at vita at teir eiga nakað av hesum tilfeingi.


Tað eru politikararnir, sum hava fingið rætt til at ráða yvir øllum hesum. Teimum er sýnt álit, og tað hava teir svikið so eiggiliga, tí teir halda seg hava fyrimun av at forera útlendingum alt hetta til fyri lítið og lætt.


Tað er ikki bert fiskitilfeingið, teir hava avreitt. Teir hava eisini gjørt eina oljulóggávu, sum gevur altjóða oljufeløgum betri treytir enn í nakrari bananrepublikk.


Tað teir hava gjørt fiskinum og oljuni viðvíkjandi, er í veruleikanum at taka frá jarðareigarunum tað teir hava rætt til, og tað er hetta, vit vanliga kalla jarðarskatt.


Men einki av hesum hevði borið til, um vit ikki høvdu havt verandi skipan við einum jarðargrunni, sum politikar okkara sleppa at ráða yvir eins og yvir okkara skjótt fyrrverandi landleið. Halda teir fram, sum teir higartil hava gjørt og seta okkum í størri og størri skuld, so kann tann dagur koma, tá ið teir selja henda jarðargrunn til útlendingar fyri sleppa at halda fram at oyðsla úr landskassanum.


Hetta eru tey stóru málini, sum standa fyri framman.


Zakarias Wang