Sjúrður F. Olsen, professari og yvirlækni á Statens Serums Institut, og onnur fara í næstum at kanna neyvari, hvussu nógv kostur og rørsluvanar ávirka vágan hjá okkum fyri at fáa krabba.
Danska Krabbameinsfelagið hevur játtað kr. 500.00 til verkætlanina, sum er eitt framhald av kanningum, sum longu eru gjørdar.
Í Danmark og Noregi hava granskarar í tveimum stórum vísindaligum kanningum fylgt 180.000 børnum úr móðurlívi og frameftir. Tey elstu børnini í kanningunum eru nú 24 ár.
Granskingartoymið ætlar at víðka kanningarnar við leypandi at savna upplýsingar um kost og rørsluvanarnar hjá luttakarunum, Hetta fer at geva eina einastandandi vitan um, hvussu kostur og rørsluvanar ávirka vágan hjá okkum fyri at fáa krabbamein.
Játtanin kemur frá átakinum Knæk Cancer 2021. Yvirlit yvir stuðlaðar verkætlanir sæst her
Sjúrður F. Olsen er atknýttur professari á Fróðskaparsetrinum.