Hvussu kunnu føroyskar fyritøkur brúka Útflutningsráðið í Kina?

Mikudagin 20. juni kl. 14 skipar Vinnuhúsið fyri kunnandi fundi um, hvussu føroyskar fyritøkur kunnu nýta danska Útflutningsráðið (Trade Council) í Kina.


Við á fundinum verður Grace He, ið er Commercial Officer á danska útflutningsráðnum í Beijing. Hon fer at greiða frá, hvørjar tænastur Útflutningsráðið veitir, hvussu føroyskar fyritøkur kunnu brúka Útflutningsráðið, og hvørjar møguleikar føroyskar fyritøkur hava fyri at selja vørur í Kina. Luttakararnir fáa eisini høvi at seta spurningar.


Grace He er við í kinesiska ferðalagnum, sum hevur verið í Føroyum seinastu dagarnar at kunna seg serliga um føroyska alivinnu. Hon arbeiðir hjá Útflutningsráðnum á donsku sendistovuni í Beijing, har hon fæst við matvørur, landbúnað og fiskivinnu.


Tiltakið er ætlað fyritøkum, ið hava áhuga fyri kinesiska marknaðinum. Fundurin verður í Vinnuhúsinum í Smærugøtu 9a.


Nærri fæst at vita frá : industry@industry.fo