Hvussu kann ein verulig menning á útoyggj tryggjast

Stóri spurningurin er, hvussu ein verulig menning úti í hesum oyggjum og økjum kann tryggjast - oyggjar og støð, sum eru tey heilt serligu ferðavinnuupplivingarnar, sum Føroyar kunnu bjóða, hóast peningurin og onnur gagnlig úrslit í dag ikki liggja eftir her í serliga stóran mun.

Hanna Jensen, løgtingsmaður, hevur sett fyrispurning um menning av ferðavinnu á útoyggj, til landsstýrismannin í uttanríkis- og vinnumálum, Poul Michelsen (at svara skrivliga eftir TS § 52a)

1) Hvussu gongur við ætlaðu innlendis menningini av ferðavinnuni?
2) Hvussu verður tryggjað, at útoyggjar, smápláss og avvarðandi partar fáa ávirkan á 
        arbeiðið  at byggja upp? 
3) Hvussu kann tryggjast, at ætlaða innlendis ferðavinnumenningin veruliga fer at 
        gagna útoyggjum og smáplássum?
4) Er neyðugt at marka fígging til átøk, starvsfólk ella samskipan til ferðavinnu-menning og 
        aðra vinnumenning í útoyggj? 

Viðmerkingar
Útoyggjaálitið frá 1999 leggur í tilmælinum um útoyggjapolitikk m.a. upp til ígongdsetaratiltak 
og útoyggjaskrivstovu. Tættir, sum hervið skulu røkjast, eru: 

Hjálp til praktiska fyrireiking til tiltøk, sum stuðla undir útoyggjamenningina, vinnuliga,
        mentanarliga og sosialt
At eggja íbúgvum til egin initiativ og nýggj hugskot
Økt samstarv millum útoyggjarnar og millum tær og aðrar partar av Føroyum
Styrkja bygdafelagsskapin og fáa øll í bygdini at gerast virkin í menning av økinum
Geva øllum møguleikar eftir egnum áhuga og á egnan hátt at taka lut í menningarverkætlanum.
Veita trygd fyri, at tiltøk ikki verða sett í verk móti viljanum hjá bygdafólkinum

Vit vita, at m.a. Útoyggjafelagið hevur arbeitt við fleiri menningarverkætlanum so sum Économusé, Framleiðsluhús, Slowfood o.a. So hvørt vit fáa kunning um hesi átøk, so verður endurtikið, at tað er tungt tak at seta í verk og fáa verkætlanir gjøgnumførdar og varandi, hóast sera væleydnað hugskotstíðarskeið. Tí er tilmælið um fíggjarligt ískoyti til at tryggja útoyggjarnar sum vinnuøki eisini regluliga tikið fram í hesum høpi.

Álitið um innlendis ferðavinnumenning “Ferðavinna í Føroyum – ein ábyrgdarfull og burðardygg leið”, sum varð handað í mai, sigur í fyrstu høvuðsniðurstøðu, at “Í samstarvi við kommunur, kunningarstovur og vinnu skal deildin samskipa og stuðla undir, at ferðavinnutilboð verða ment kring landið.” Onnur týdningarmikil niðurstøða snýr seg um burðardygd, og tá hugsa vit ofta fyrst um náttúru, sum er rættiliga grund-leggjandi, men tað sosiala/mentanarliga og tað búskaparliga troka seg fram sum avbjóðingar, tá um útoyggjar og smápláss ræður:

- Náttúra og umhvørvi: Ferðavinnan skal skipast soleiðis, at umhvørvið ikki verður dálkað, 
        og náttúran verður varðveitt 
- Sosialt: Ferðavinnan ger seg ikki inn á bygdarlív og sosialar skipanir 
- Búskapur: Ferðavinnan heldur á at kasta av sær og geva nærumhvørvinum búskaparligan ágóða.
Stóri spurningurin er, hvussu ein verulig menning úti í hesum oyggjum og økjum kann tryggjast - oyggjar og støð, sum eru tey heilt serligu ferðavinnuupplivingarnar, sum Føroyar kunnu bjóða, hóast peningurin og onnur gagnlig úrslit í dag ikki liggja eftir her í serliga stóran mun. Tí verða hesir spuringar settir.

Á Løgtingi, 8. september  2017

Hanna Jensen