Hvussu gagnnýta møguleikar í Arktis

Í morgin 20 nov. 2012 verður skipað fyri einum tiltaki, har fokus verður sett á hvørjar vinnuligir møgugleikar eru í arktiskum høpi.


Fyrrapartin verða verkstovur, har arbeitt verður við ymisku vinnuøkjunum og seinnapartin verður alment tiltak frá kl 13.00 til 15.00.


Tað er Uttanríkistænastan sum bjóðar inn, í samstarvi við Norðurlandahúsið, til alment kjak um framtíð Føroya í Arktiskum høpi.


Sjóneykan verður sett á vinnuligu møguleikarnar: Hvussu gagnnýta vit nýggju møguleikarnar, so hesir verða gjørdir til ítøkiligan vinning fyri landið? Á hvørjum økjum eru Føroyar mest kappingarførar í mun til tilgongdina í arktiska økinum?


Hvørjar tillagingar skulu vit fremja, og hvørjir førleikar skulu mennast?


Tiltakið byrjar við einum fyrilestri við Rasmus G. Bertelsen, sum granskar í altjóða politikki á Arktiska Deplinum á Aalborg Universitet. Hann fer at røða um Arktisk viðurskifti og framtíðar avbjóðingar.


Luttøka verður eisini frá umboðum úr føroyska vinnulívinum, sum fyrrapartin hava luttikið í verkstovuarbeiði fyrrapartin. Umboð fyri hvørja verkstovu leggja fram um møguleikar og avbjóðingar innan ávikavist sjóvinnu, kolvetnisvinnu og tænastuvinnu. Síðani verður orðaskifti, har øll áhuga fáa møguleika at siga sína hugsan um, hvussu vit best gagnnýta nýggju møguleikarnar.


Kelda: www.industry.fo