Martin Tvede Zachariasen er uppvaksin í Føroyum. Eftir lestur á Fróðskaparsetrinum fór hann til Keypmannahavnar at lesa víðari. Hann er PhD og doktari í teldufrøði frá universitetinum í Keypmannahavn.
Seinastu mongu árini hevur Martin havt leiðandi størv í universitetsheiminum, m.a. hevur hann verið dekanur á náttúruvísindadeildini á Syddansk Universitet og deildarleiðari á deildini fyri teldufrøði á universitetinum í Keypmannahavn.
Í januar 2019 gjørdist hann rektari á IT-Universitetinum í Keypmannahavn. Talgild útbúgving av tí komandi ættarliðnum er eitt hjartamál, eins væl og orðaskifti um avleiðingarnar av at brúka talgilda tøkni í samfelagnum.
Tað verður Brynhild Thomsen, journalistur, sum hevur samrøðu við Martin Tvede Zachariasen á Vinnudegnum.