Hvørki deyð ella livandi rotta í Nólsoy

- Tað er ikki rætt, at rotta er sædd í Nólsoy í fjør. Fyri tveimum árum síðan vóru spor, ið mintu um rottu at síggja í kavanum, men síðan er ongin ábending um hjáveru av rottu í Nólsoy, sigur Súni Christiansen, leiðari á Heilsu- og Umhvørvisdeildini hjá Tórshavnar kommuni í eini rættleiðing til tíðindaskriv frá Umhvørvisstovuni.


Umhvørvisstovan hevði grein í bløðum og á portalum í gjár um ymiskt í sambandi við rottuvernd. Greinin nevndist “Frágreiðing um rottuspjaðing”, og Súni Christiansen finst serliga at, at tað í greinini stendur soleiðis:


”Tá rotta varð sædd í Nólsoy í februar í fjør, varð av álvara greitt, at tørvur var á eini nærri lýsing av støðuni við rottu í Føroyum.”


- Vit hava í mínari tíð hjá kommununi tíbetur ikki fingið nakra fráboðan um at rotta er sædd ella funnin í Nólsoy, hvørki deyð ella livandi. 1. februar 2010 (altso ikki í fjør, sum greinin sigur, men fyrrárið) vórðu spor, ið mintu um rottu, at síggja í kavanum niðri við kirkjuna í Nólsoy.


- Annars kann eg upplýsa, at vit í samstarvi við Náttúrugripasavnið og onnur sjálvboðin vóru á Borðuni 17.11.2011 og settu upp 26 tunnlar við blekkkortum, umleið 125 bitsneisir og ávísa nøgd av íspinnum, bloyttir í smøri.


- Vit hava vegna veður bara havt møguleika at kanna útgerðina einaferð, og tá varð staðfest, at nógvir av tunnlunum, ið vóru væl festir, vóru ryktir upp av vindi og eru horvnir. Av tí útgerðini, ið enn stendur, og tí, ið vit annars funnu, er tíbetur eingin ábending um hjáveru av rottu. Vakmyndatól hevur eisini staðið úti á Borðuni í eitt tíðarskeið, men har eru bara mýs avmyndaðar.


- Átakið heldur fram so skjótt tað viðrar og tá er ætlanin, eins og á Borðuni, at seta upp tunlar og aðra útgerð við Høsmøl, Urðina og við bygdina, sigur Súni Christiansen, leiðari á Heilsu- og Umhvørvisdeildini hjá Tórshavnar kommuni at enda í rættleiðing til tíðindaskriv frá Umhvørvisstovuni.