Hvør einasti av tykkum 19 hevur ábyrgdina

Sum tinglimir hava tit 19, sum umboða samgonguna á tingi, eina sera stóra ábyrgd. Takið hana í álvara.


 Eg má siga, at teir tónar eg havi hoyrt úr samgonguni, síðan samgonguskjalið var undirskrivað, eru ræðandi. Alt fleiri fólk boða frá, at tey ikki trúgva uppá skattalættarnar til tey ríku og pensiónsvanvitið. Men samstundis goyma tey seg aftan fyri umberingar, sum at tað er betur at vera innanfyri og royna at ávirka, enn at vera uttanfyri og slett ikki ávirka.


Hetta er nakað ræðuligt tvætl og vísir ófatiligt ábyrgdarloysi. Tit ætla at broyta okkara vælferðarsamfelag so grundleggjandi, tí tað er frægari enn at standa uttanfyri. Lurti eftir tykkum sjálvum!


Fokk nei, er tað frægari! Tað er frægari at standa uttanfyri og steðga ørskapinum. Tit eiga at minnast til at standa bara trý av tykkum uttanfyri, so verður hasin ørskapurin ikki til nakað. Jenis er farin at rilla, og tað skiji eg væl. Hann er ikki dummur, og veit hvørjar avleiðingarnar eru av at viðtaka eina flatskattaskipan.


Vit hava so nógv dømi í heimssøguni, har fólk valdu ikki at stilla seg upp ímóti tí sum tey vistu var skeivt, og sum á tann hátt hava verið við til at gjørt heimin til eitt verri stað. Ikki tí tey vildu tað, men tí tey ikki vildu enda uttanfyri.


Øll tit sum stuðla hesari samgonguni, tit hava ábyrgdina, og um tit atkvøða ímóti tykkara sannføring í so álvarsligum málum, so er tað bara tykkara ábyrgd. ** Tit kunnu ikki goyma tykkum aftanfyri, at tit bara eru ein av 19 atkvøðum. Tit eru vald at umboða okkum Føroya fólk, og velja tit at avmontera vælferðarsamfelagið, so verður hetta tykkara eftirskrift.


Miðflokkurin tosar ofta um glíðibreytir, og her er veruliga talan um eina glíðubreyt, tá ein tílík høgravend kemur inn í politikk, so breiður hon seg sum krabbamein út í alt samfelagið. Velja tit at fara eftir hesari leiðini, so velja tit at gera Føroyar til eitt kyniskari samfelag.


Hvør hevur veruliga hug til, at vera nevndur í Føroya søgu, sum ein av teimum, ið valdi, at Føroyar skuldi bróta frá norðurlendska modellinum.


Sum tann, ið tveir dagar fyri jól, valdi at prioritera sjálvsøkni framum samhaldsfesti.


Sum tann, ið valdi at senda rokningina fyri tykkara skattalættar til komandi ættarlið, í størsta ørskapsprojekti, síðan Peter Brixtofte seldi almennu bygningarnar í Farum, fyri at leiga teir aftur, og brúkti pengarnar til eitt fótbóltsfelag, dýrt vín til seg og umsitingina og uttanlandaferðir til pensionistarnar í kommununi.


Hetta handlar ikki um floksdisiplin, tí í so álvarsligum málum ber ikki til at goyma seg handan flokkin. Tit 19, sum mynda samgonguna á tingi í hesum døgum: Ábyrgdin fyri at avmontera næstrakærleikan er tykkara.


So havi eg størri virðing fyri teimum, sum beint út meina handan politikkin. Fólkaflokkurin hevur sum aðalmál at stiðja undir eitt sjálvsøkið samfelag, og tað er ein erlig søk. Men tit onnur eru ikki, um tit velja at fara frá einum samfelagsmodelli, ið tekur atlit til tey veiku. Eg minnist nógv av tykkum, sum lovaðu at verja tey.


Dagurin í morgin er ein tann týdningarmesti í politisku søgu Føroya, og tit hava ábyrgdina fyri, um hann gerst tann svartasti dagurin.


Hygg í spegilin og spyrji tykkum sjálvi: "Hvat fyri eitt menniskja havi eg hug at vera?"


Niels Uni Dam, Cand. Comm