At skjótt kann tað vera, mugu vit ásanna, nú systkinabarnið, Leila Solmunde, so brádliga legði árarnar inn, bara 50 ára gomul. Alt ov tíðliga, tí hon var so livandi sum fáur, og hóast hon likamliga hevði sínar avmarkingar, megnaði hon at ganga undan – ikki minst, tá tað ráddi um at tala søkina hjá øðrum.
Tað kennist so óveruligt, tí so seint sum sunnudagin 4. mars á Landssjúkrahúsinum prátaðu vit saman, har Leila fortaldi, at hon nú gleddi seg til at sleppa heimaftur, eftir eina strævna tíð á sjúkrahúsinum. Hon var komin væl fyri seg og duldi ikki fyri, at hon serliga sá fram til og gleddi seg til diamantbrúdleypsdagin hjá foreldrunum, sum er hesa vikuna.
Tí gjørdist eg bæði kløkkur og keddur, tá eg í morgun fekk tey sorgarboð, at Leila var farin. Hetta var ikki tað, nakar av okkum hevði væntað, tí hon var so birg og spent, nú hon sá ein enda á sjúkraleguni og gleddi seg til aftur at fara til verka. Millum annað nevndi hon, at hon skuldi fara í holt við formansfrágreiðingina hjá sær, tí tað stundaði til aðalfundin í Meginfelag teirra brekaðu.
Henda løtan á Landssjúkrahúsinum sunnudagin er seinasta minnið, eg havi um Leilu, og nú eg siti og hugsi um hana og lív hennara, sigur hetta helst eisini alt um hesa megnar kvinnu, sum á ongan hátt spardi seg í stríðnum fyri tey veiku, tá tað ráddi um at vinna rættindi og at stríðast fyri vunnum rættindum. Hon skal eina ferð hava sagt, at tá tað bar til at fara upp á mánan, so mátti tað eisini bera til at skapa teimum møguleikar, ið bera brek.
Longu sum 18 ára gomul fekk Leila staðfest liðagiktina, ið merkti alt hennara vaksna lív, og í mong ár sat hon sum avlamin í koyristóli. Men fyri tað um sjúkan setti sínar avmarkingar, steðgaði hon á ongan hátt Leilu, sum fyrst var formaður í Giktafelagnum í 16 ár, til hon hesi seinnu árini tók við sum formaður í Meginfelag teirra brekaðu, har hon brúkti nógva tíð og orku og veruliga upplivdi at gera mun.
Ein stór orsøk til, at Leila kundi vera so virkin, var góði maður hennara, Mourits Simonsen, ið var við henni allastaðni, hjálpti og stóð við hennara lið. Hann var henni ein fantastiskur stuðul og ein stór orsøk til, at Leila sjálv kundi siga, at hennara brek var eingin forðing fyri at njóta lívið. Saman deildu tey gleðir og sorgir í lívinum, og tað var eitt stórt slag, tá einkarsonurin Pauli doyði í einari ferðsluvanlukku í 2001, bara 18 ára gamal.
Leila var fødd í Trongisvági og sleit sínar barnaskógvar á somu leiðum, sum vit tríggir brøðurnir Hans og Erhard gjørdu tað, tí bara fáir metrar vóru millum húsini. Frá realskúlanum á Tvøroyri lá leiðin til Keypmannahavnar, har hon fór á handilsskúla, og í 1983 flutti hon til Fuglafjarðar og fýra ár seinni út á Kambsdal, har hon og Mourits, sum sjálvur er úr Fuglafirði, høvdu sítt heim.
Nú er Leila farin, og hóast missurin sjálvandi er størstur hjá tær, Mourits, og foreldrunum Palmu og Jørleif, systkjunum og familjuni annars, so var hon eitt av hesum menniskjunum, øll løgdu til merkis og gjørdust góð við, tá tey møttu henni á lívsleiðini. Rættast er helst at siga, at øll hava mist, nú ein slík merkiskvinna og slóðbrótari sum Leila ikki er ímillum okkum longur. Tað kennist óveruligt og tómt, men vit goyma minnini um góðar løtur og framúrskarandi avrik, ið hon legði eftir seg í sínum alt ov stutta, men sera virkna lívi.
Hvíl í friði, góða Leila!
Vit tríggir við familjum
Heðin Mortensen