Hví skulu vit leggja saman?

Hesar seinastu dagarnar hevur nógv verið tosað um fólkaatkvøðuna um kommunusamanlegging, ið verður hósdagin 3. mai, á krossmessu.


Tað er uppgávan hjá okkum øllum, ið vara av politisku skipanini, at geva okkara íkast til orðaskiftið. Soleiðis kann almenningurin á bestan hátt fáa eina greiða fatan av, hvat hesin spurningurin, ið nú er lagdur út til fólkið at taka støðu til, inniber. At ávísir politikarir nú renna undan, og ikki vilja ella tora at standa við sítt egna avrik, er undrunarvert og ikki sørt ábyrgdarleyst.


Seinastu dagarnar hava vit hoyrt politikarar ført fram, bæði í bløðum og í sjónvarpi, at teir vita ikki, hvat teir skulu mæla sínum veljarum til. Hetta skurrar í oyrunum á teimum flestu, ið hava fylt við í føroyskum politikki tey seinastu nógvu árini.


Kommunusamanlegging er ein tilgongd, ið hevur fleiri ár á baki. Allir flokkar, eingin undantikin, eru samdir um, at kommunurnar skulu gerast færri og størri. Á hendan hátt kunnu kommunurnar sjálvstøðugt røkja tær uppgávur, ið teimum eru álagdar. At landspolitikarar siga, at man ikki veit, hvat man skal mæla sínum veljarum til, er stutt sagt at renna undan ábyrgd. Men tað velja summi at gera, og er ikki nógv at gera við tað.


Tað er neyvan nakað mál, ið er so nógv umrøtt tey seinastu 10-15 árini. Àlit omaná álit er skrivað um hesi viðuskifti. Men alíkavæl verður ført fram, at man ikki veit, hvat man skal mæla veljaranum til. Hetta er politisk undanførsla tá hon er best.


Fyri at koma eitt sindur inn á sjálva fólkaatkvøðuna, so er kommunusamanlegging ikki eitt mál í sær sjálvum. Men við at brúka møguleikan kunnu eindirnar fáa størri inntøkugrundarlag , størri fíggjarliga orku, tann staðbundni tørvurin skuldi kunna verið betri nøktaður, tænastustøðið gerst fjølbroyttari og tann neyðugi fakligi førleikin gerst betri. Hetta krevur, at man hevur kommunalpolitikarar, ið tora at taka tær neyðugu avgerðirnar, økinum og fólkinum at frama.


À rundferðini, sum landsstýrisfólk hava verið á, hava tey eftir besta førimuni roynt at greitt frá, hvat henda samanleggingin kemur at hava við sær. Eldraøkið og skúlaøkið eru tey fyrstu málini, ið verða løgd út á kommunurnar.


Hvussu hetta verður avroknað ímillum land og kommunu, er ein tekniskur spurningur. Nevndir møguleikar hava verið ein útjavnan í lands- og kommunuskattinum ella ein blokkstuðul. Hesin spurningurin átti ikki verið serliga áhugaverdur fyri okkum, ið skulu taka støðu til ja ella nei. Tað avgerandi er, at pengarnir fylgja við. Og tað koma teir eisini at gera.


Um trøini fara at vaksa inn í himmalin, um kommunurnar verða lagdar saman, skal verða ósagt. Men hyggja vit longri fram, fara vit nokk at siga, at hetta var rætt samanumtikið. At nøkur økir í landinum landafrøðiliga eru meira uppløgd enn onnur, er ikki at taka feil av. Vágarnar eru kanska tað mest upplagda økið.


Havi í onkrum lesarabrævi víst á, at ogn og skuld eru komandi og farandi í kommunalum høpi. Hetta eru tískil spurningar, ið eftir mínum tykki, ikki eru serliga áhugaverdir.


Summi loyva sær at brúka ogn og skuld sum mótargument, og um fíggarligur munur er á kommununum, er tað eisini skilligt. Men hyggja vit longur fram í tíðina, eru hesir spurningar ikki serliga áhugaverdir Ì 1993 skyldaðu kommunurnar í Vágum samanlagt umleið 105 mió krónur. Samlaða inntøkan var góðar 37 mió krónur ella knappar tríggjar álíkningar. Longu tíggju ár seinni var samlaða skuldin undir 15 mió, og tá tosa vit um ringasta krepputíðarskeið í nýggjari tíð.


Skilti eg borgarstjórarnar rætt, koma kommunurnar í Vágum at hava eina skuld, eftir nevndu útbyggingar, áljóðandi góðar 100 mió krónur, men eina inntøku áljóðandi 80 mió. Og tá hava vit gjørt tær stóru íløgurnar. Hvar er trupulleikin?


Hvat tænastum til borgaran viðvíkur, hava kommunurnar ikki ligið á løtu síðuni, og tað skulu tær hava rós fyri. Tríggir nýggir barnagarðar, sum nøkta tørvin langt inn í framtíðuna. Neyvan nakrastaðni í landinum er man betri fyri á hesum økinum. Bústaðarmøguleikarnir hava heldur ikki verið nakar trupulleiki, nú fleiri útstykkingar hava verið í øllum bygdunum.


À mentunarøkinum er trupult at finna, hvat man ikki er saman um: Sangur, dansur , tónleikur, ítróttur, átrúnaður og skúli fyri at nevna nøkur.


À vinnuøkinum eiga teir bestu karmarnir at verða skaptir, og tað hava kommunur altíð roynt eftir førimuni.


At gera eina skúlabygging til ein høvuðstrupulleika, er eitt sindur óskiljandi og stuttskygt. Um avgerðin er røtt ella skeiv, ætli eg mær ikki at hava eina meining um. Avgerðin er tikin. Men eg hava hug at viðmerkja, at ein nýggjur og ein nýumvaldur skúli áttu at borga fyri góðsku, hvat fysiskum karmum í økinum viðvíkur. Men karmarnir einsamallir skapa einki. 


À eldraøkinum eru vit afturúrsigld. Vit hava eitt ellisheim, ið er 40 ára gamalt og krevur stórar ábøtur. Men hetta er ikki uppgávan hjá kommununum. Landsstýriskvinnan hevur fingið at vita, at bygningurin ikki verður yvirtikin so leingi neyðugu ábøturnar ikki eru gjørdar, og vónandi verður farið undir eina tilgongd, so at heimiðverður umvælt.


Her er ein uppgáva hjá kommununum at arbeiða við, hvussu vit á eldraøkinum kunnu fáa nøktandi bústaðarmøguleikar.


Vit áttu heldur at havt ein felags málsetning: hvussu gerast vit fjórðstørsta kommuna í landinum.


Eg ynski øllum eina góða fólkaatkvøðu. Veljarin hevur altíð rætt.


Eivin H Jacobsen