Hví raðfesta íløgurnar

Hvussu sitandi meirluti hevur ætlanir um, at skuldarbinda kommununa og skattapeningin hjá borgarunum í fleiri ár framyvir, fyri at byggja nýtt heldur enn at nýta umstøðurnar vit longu hava, er bæði skelkandi og ábyrgdarleyst.


Sjálvsagt er tað ynskiligt fyri meg og nógvar havnarborgarar, at fáa ein spildurnýggjan trýsporaðan Vesturskúla, sum eg ikki ivist í fer at koma fyrr ella seinni. Samstundis er tað eisini ein sannroynd, at tær skyldur, ið kommunan átekur sær, skulu rindast. Rindast av okkum borgarum fyri okkara skattakrónur. Valdu limirnir í nýggja býráðnum hava eina stóra ábyrgd at nýta skattapeningin hjá borgarunum rætt. Rætt í mínum hugaheimi er, at borgarin følir, at býurin mennist.


Sitandi meirluti í Tórshavnar býráð hevur útsett eina røð av neyðugum íløgum, og í staðin nýtt peningin til stórar nýbygningar. Hendan gongdin vil halda áfram við sitandi meirluta, og hetta vil føra við sær, at tænastustøðið verður uppetið av øktum rentukostnaðum.


Við tínum áliti vil eg taka ábyrgd fyri, at bíðilistarnir til eldraøki ikki framhaldandi verður ein kastibløka millum land og kommunu, og at vit í Tórshavnar kommunu heldur vilja hækka um tænastustøðið hjá øllum borgarum í býnum. Hetta kemur at merkja, at tey, sum longu hava umstøður, ikki fáa nýggjar, men mugu noyðast við sítt verandi í nøkur ár afturat. Hinvegin kemur tað at merkja, at tey, ið einki hava, fáa umstøður at virka í Tórshavn.


Høgni Mikkelsen


Valevni Sambandsfloksins til


Tórshavnar Býráð