Hví er einki gjørt fyri at bøta um ferðslutrygdina um Haraldssund?

Arbeiðið er klárt at bjóða út, tá ið játtan fyriliggu, váttar Henrik Old, landsstýrismaður, í svarinum, sum vit prenta niðanfyri fyrispurningin hjá Jógvan Skorheim, løgtingsmanni hjá Sjálvstýri.

Jógvan Skorheim, løgtingsmaður, hevur sett fyrispurning til Hendrik Old, landsstýrismann. 

Í fyrispurningi sínum greiður Jógvan Skorheim, løgtingsmaður frá, at kalla einki er gjørt í sambandi við byrgingina um Haraldssund síðani hon bleiv tikin í nýtslu í 1986, og at tryggleikin at ferðast eftir byrgingini á flóð og hørðum høgættarstormi á vetrartíð er als ikki nøktandi.

Lív og heilsu í váða
Tað er ikki so sjáldan, at fólk halda seg aftur, ella mugu passa sær løtur – at fara um byrgingina í ringum líkindum.

Jógvan Skorheim, løgtingsmaður ger greitt, at tað er skjótt, at onkur steinur, reki ella t.d. fiskakassar koma slongjandi upp um byrgingina og verða til stóran ampa, og at farleiðin er ikki nóg trygg hjá teimum, sum dagliga ferðast um byrgingina.

Ynski er í fyrsta lagi at farleiðin verður dagførd, soleiðis at fólk ikki seta lív og heilsu í váða við at koyra eftir byrgingini í ringum líkindum.

Stutt og greitt - eina tryggari farleið
Ynski er stutt og greitt eina tryggari farleið enn hana, sum er í dag, sigur Jógvan Skorheim, løgtingsmaður í fyrispurningi sínum.

Verður einki gjørt, má roknast við stórum enduríløgum at endurreisa byrgingina, sum nú 31 ár eftir at hon var tikin í nýtslu ikki er dagførd, og tí til stóran ampa fyri fólk á t.d. vetrar degi.

Skal takast í álvara
Tað almenna hevur ábyrgdina av byrgingini, og at ferðslan kann fara fram á nøktandi hátt fyri samfelagið.

Tá talan er um menniskja lív, er neyðugt at almenni myndugleikin sum eigur ábyrgdina, eigur at taka hetta í álvara, og ikki einans letur standa til. Tað snýr seg um ferðslutrygd, sum eigur at setast í fremstu røð, og sum almenni myndugleikin eigur ábyrgdina av, sigur Jógvan Skorheim, løgtingsmaður at enda í fyrispurningi sínum.

-----------

Arbeiðið er klárt at bjóða út, tá ið játtan fyriliggur


Svar

Til spurning 1
Umstøðurnar at koyra eftir byrgingini um Haraldsund, kunnu verða vánaligar í ringum líkindum, og er tað ikki nøktandi. Sum støðan er nú, roynir Landsverk at rudda og viðlíkahalda byrgingina sum frægast.

Játtanirnar til viðlíkahald av vegum, tunnlum, brúm og byrgingum hava verið alt ov lágar í nógv ár. Tað vísir seg eisini at verða trupult at fáa játtanir til vegagerð og annað, til  útjaðaran og smærru bygdirnar.

Til spurning 2
Byrgingin um Haraldsund er tíverri onkantíð gjørd heilt liðug, sum ætlað.

Landsverk fekk í 2008 játtan til at gera projekt fyri liðugtgerð av byrgingini, og arbeiðið er klárt at bjóða út. Kostnaðarmetingin var 30 mió kr. í 2008, og framskrivað til í dag er verkætlanin mett til at kosta umleið 35 mió kr. So arbeiðið er klárt at bjóða út, tá ið játtan fyriliggur. Landsverk hevur í Samferðsluætlanini fyri 2012-2024 mælt til, at verkætlanin verður gjørd beinanveg.
 
Við verkætlanini verður byrgingin dagførd, so hon verður tíðarhóskandi og lýkur dagsins krøv til eina slíka farleið. Byrgingin verður umbygd nakað, men stórur partur av verandi verklagi verður partur av endaligu loysnini.    

Landsstýrismaðurin metir tað verða umráðandi at loysn fæst á málinum.

Tinganes, 23. mars 2017

Henrik Old
landsstýrismaður