Hvat vil Bogi Andreasen við Sjóvinnuhúsinum
Kann formaðurin í Vinnunevndini greiða borgarum í Tórshavnar kommunu frá, hvat hann meinar við, og hvat hann ætlar við Sjóvinnuhúsinum? Hetta hava allar borgarar krav uppá at fáa at vita, sigur minnilutin í Tórshavnar býráð.
Tórshavnar Býráð
Kommunustjórin Bjørgfríð Ludvig
100 Tórshavn.
Mál sambært kommunulógini at leggja fyri á fyrsta býráðsfundi
Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin í Tórshavnar býráð vilja hava málið viðvíkjandi Sjóvinnuhúsinum fyri á fyrstkomandi almenna býráðsfundi.
Vilja hava, at málið fær eina almenna viðgerð á opnum býráðsfundi, har býráðslimir fáa møguleika at siga sína hugsan til almenningin í hesum máli.
Er ætlanin at leiga/selja Sjóvinnuhúsið og til hvønn?
Er ætlanin, at Fróðskaparsetrið skal flyta inn í Sjóvinnuhúsið?
Hevur Mentamálaráðið givið tilsøgn um leigu ella keyp av hesum bygningi?
Er hetta ætlanin hjá núverandi meiriluta í býráðnum? Sum annars hevði eina sera greiða meining áðrenn valið um Sjóvinnuhúsið, vestara bryggjukant og sjóvinnu, og at Sjóvinnuhúsið skuldi brúkast til vinnulig endamál burturav. Eingin sum fylgdi við í býráðsvalinum kann vera í iva um, at størsti samgonguflokkur í býráðnum, Tjóðveldisflokkurin, tók avgjørda frástøðu frá at Sjóvinnuhúsið skuldi hýsa hægri lestri.
Undan býráðsvalinum boðaði Tórshavnar Kommuna Mentamálaráðnum frá, at kommunan ikki er sinnað at fíggja umbygging av Sjóvinnuhúsinum.
Formaðurin í vinnunevndini Bogi Andreasen, sigur, at nú hevur húsið, sum ikki er liðugt enn, staðið ivaleysa tómt nóg leingi ? Kann formaðurin í Vinnunevndini greiða borgarum í Tórshavnar kommunu frá, hvat hann meinar við, og hvat hann ætlar við Sjóvinnuhúsinum? Hetta hava allar borgarar krav uppá at fáa at vita.
Heilsan
Býráðslimirnir:
Heðin Mortensen, Tróndur Sigurðsson, Bjørghild Djurhuus, Helena Dam á Neystabø, Halla Samuelsen og Annfinn Brekkstein.