VINNUHÚSIÐ: Hvør skal taka sær av gera óheftar greiningar av støðu, gongd og útlitum fyri føroyska búskapin? Henda spurning setur Føroya Arbeiðsgevarafelag, nú tað í sambandi við játtanarkarmarnar er fráboðað, at Landsbankin skal avtakast, og virksemi leggjast til Gjaldsstovuna, Hagstovuna og Fíggjarmálaráðið.
Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur ta fatan, at tað er sera týdningarmikið, at fakliga grundarlagið undir føroysku búskaparstýringini er haldgott og neyvt.
Eitt grundleggjandi amboð til hetta eru holl hagtøl og greiningar og almannakunngerð av hesum, sum man altíð kann líta á eru óheft. Hetta eigur at vera grundarlag undir einum kjaki í føroyska samfelagnum og liggja sum grundarlag undir politiskum avgerðum.
Síðan seinastu kreppuna í 1990 árunum hava fleiri almennir stovnar spælt ein týdningarmiklan leiklut sum veitarar av búskaparligum greiningum. Hetta er m.a. Landsbankin, Búskaparráðið og Fíggjarmálaráðið í samband við framløgu av fíggjarlógini og, eftir at nýggja játtanarlógin kom, enn ein frágreiðing frá Fíggjarmálaráðnum, í sambandi við, at fíggjarkarmarnir verða lagdir fyri Løgtingið. Hagstovan hevur virkað sum kjølurin og veitt hagtøl til greiningar hjá øllum hesum stovnum.
Tað er umráðandi fyri føroyska samfelagið, at politiskt óheftar búskapargreiningar verða gjørdar av føroyska búskapinum. Orsøkin er, at tað er umráðandi, at støðið í kjakinum millum fólk, serfrøðingar og politikarar fer fram grundað á greiningar, har øll hava álit á, at hesar ikki hava verið framdar undir politiskari ávirkan. Hetta kann bert gerast, um skott er millum politiska myndugleikan og tað organ, sum veitir búskaparligu greiningarnar.
Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur fyrr eftirlýst, at Føroyar, eins og onnur lond, leitar sær búskaparliga ráðgeving frá altjóða stovnum so sum OECD. Seinnu árini hevur Moody’s gjørt meting av kredittvirðinum av búskapinum hjá Føroyum, men framvegis er nakað eftir á mál. Greiningar av búskaparpolitikkinum eiga eisini at vera gjørdar, eisini fyri at meta um, hvørt tey búskaparligu tiltøk, sum verða gjørd, tá búskapurin er fyri afturstigi, eru nóg munadygg.
Um vikuskifti kom fram, at ætlanin hjá Landsstýrinum er at tryggja óheftni hjá komandi Gjaldsstovuni við lóg við at seta eitt ráð, sum skal verða millumlið millum politiska myndugleikan og stovnin. Somuleiðis verður sagt, at samanlagda virksemi hjá Landsbankanum og Hagstovuni framhaldandi skal vera óheft.
Verður Landsbankin niðurlagdur í tí líki, vit kenna hann í dag, er vandi fyri, at óhefta búskaparliga greiningin, sum Landsbankin hevur staðið fyri, fer fyri bakka. Nevnast kann, at aðrastaðni verða serfrøðingar á universitetum nýttir til hetta, man tann møguleikan hava vit, sum er, ikki í Føroyum.
Tað er tí sera týdningarmikið, at óheftnið verður varðveitt, og loysnir eiga at verða funnar til tess at tryggja hetta.
Hetta kundi verið eitt munandi styrkt Búskaparráð, t.d. eisini við útlendskari serfrøði umframt einari umsiting at stuðla undir arbeiðinum í ráðnum, og at lógin fyri Hagstovu Føroya verður dagførd.